Fyrsti dystur í 18. umfari í landskappingini verður í kvøld. Víkingur fær vitjan av KÍ, og fyritreytirnar eru fyri, at víkingarnir í kvøld vera teir fyrstu í ár at vinna stig frá tvífalda meistaraliðnum og FM kandidatinum.
Hóast sigurin ikki var størri enn 2-0, so vísti Víkingur síðsta sunnudag sannførandi avrik við Stórá í Trongisvági. Andreas Lava Olsen hevur leingi verið skaddur og er tað framvegis. Allir hinir spælararnir eru tøkir. Eisini Sølvi Vatnhamar sum var leikbannaður ímóti TB.
Í heimligu kappingini kemur tað væl við hjá KÍ, at úrtøkan er 48 stig í 16 dystum, og at tað er nakað at geva av í FM kappingini, nú tað er stutt millum altjóða avbjóðingarnar. Undan síðsta vikuskifti varð ferðin norður í Hólman á Eiði útsett til í september. Tað var, tí KÍ heitti á kappingarnevndina um at sleppa undan ferðini, so tað bar til at hava fult fokus á Molde og Tórsvølli, har KÍ við 2-1 sigri týskvøldið av álvara skrivaði søgu.
Magne Hoseth segði týskvøldið, at nú ræður fult og heilt um at hava fokus á fríggjakvøldinum og Víkingi, áðrenn tað fer at snúgva seg um týskvøldið í Molde. Tað vil ikki siga, at tað ikki fara at verða gjørdar broytingar í kvøld sammett við liðið, sum týskvøldið spældi á Tórsvølli. Heini Vatnsdal er støðugt darvaður av knæskaða, og hann verður neyvan millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Børge Petersen verður heilt víst í miðverjuni, og so fæst at síggja, um talan verður um miðverju við tveimum ella trimum, og hvør leikluturin verður hjá Vegard Forren, Odmari Færø og 36 ára gamla Claes Philip Kronberg.
Lættir spælarar sum Jóannes K. Danielsen og sera væl upplagdi René Shaki Joensen, sum tað ber til at seta alla staðni, og Patrick da Silva, sum týskvøldið var á vøllinum í stívliga 20 minuttir, eru úthvíldir eftir brakið týskvøldið. Deni Pavlovic er leikbannaður, og Hallur Hansson og kanska Sivert Gussiås fara at eiga størri leiklut í kvøld enn týskvøldið.
Tá ið Víkingur 16. apríl var í Klaksvík, endaði tað við 2-0 heimasigri.
Víkingur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 19.00.