Í kvøld verða fimm ókeypis konsertir á Sandi

- Tað er gott veður á Sandi í dag, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sands kommunu

Tað er nógv ymiskt á skránni á Seinsummardegnum, sum er á Sandi í dag, og í kvøld verða fleiri ókeypis konsertir. Longu klokkan 15.15 í dag vóru tað Mortan og Noomi, sum framførdu  í tjaldinum, og klokkan 16.45 framførdi Herborg Torkilsdóttir.

 

Í kvøldartímunum frá klokkan 19-22 verða ikki færri enn fimm konsertir, har hvør verður forvitnisligari enn onnur. 

 

Tað verður Simona Paula, sum leggur fyri klokkan 19, og klokkan 19.45 verður tað Guðrið Hansdóttir.

 

- Marius Ziska fer at framføra klokkan 20.30, Ingi Poulsen klokkan 21.15, og síðan verður tað Rani Nolsøe, sum endar konsertrøðina, og hann fer á pallin klokkan 22. 

 

Dansurin í Virkinum við Sommersons Band, sum spælir góðan dansitónleik, byrjar klokkan 23.30, og her verður dansað til klokkan 04. Fyrireikararnir siga, at atgongumerki á 150 krónur kunnu keypast við dyrnar í Virkinum.

 

Í dag hevur Veltan havt opið hús í vakstrartunlinum, og greiddi gartnarin, Kim Nieder, frá virkseminum hjá Veltuni.

 

Ongum nýtist at ganga svangur á Sandi í dag, tí her eru bæði Café 58 og Café Retro, sum báðar hava opið til langt út á kvøldið. Harumframt fer Sámal Hentze at selja góðan døgurða í lítla tjaldinum.

 

Nú klokkan 17.30 byrjaði Sámal at borðreiða við neytakjøti, rómaeplum, ovnbakaðum grønmeti, reyðkáli og brúnari sós. Døgurðin hjá Sámali Hentze kann etast í tjaldinum - ella takast heim við.

 

- Tað er gott veður á Sandi í dag, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sands kommunu.

 

##med2##