Í Liktinstein fegnast tey um eitt gott verjukent avrik

Landsliðsvenjarin hjá Liktinstein viðgongur, at hann offraði tann framrættaða partin í seinna hálvleiki

Aftaná 0-6 tapið fyri Grønhøvdaoyggjunum (Kap Verde oyggjunum) í farnu viku fegnast tey í Liktinstein um eitt í teirra eygum gott avrik móti Føroyum í Murcia í Spania ígjár.

 

Føroyar vunnu 1-0 við einum góðum stútara hjá Patriki Johannesen í 39. minutti. Føroyar høvdu bóltin tað mesta av tíðini og hevði væl fleiri málmøguleikar, og ein 4-1 sigur til Føroya hevði verið ein betri mynd av dystinum.

 

Liktinsteinska blaðið "Volksblatt" heldur, at liktinsteinska liðið reisti seg aftaná stóra lúsingin móti Grønhøvdaoyggjunum, og tá er tað serliga verjupartin teir hugsa um. 

 

Blaðið staðfestir tó, at Liktinstein hevur enn ikki fingið somikið sum ein javnleik í sjey venjingardystum móti Føroyum.

 

Volksblatt skrivar eisini, at landsliðsvenjari teirra, Martin Stocklasa offraði framrættaða partin fyri at binda meira um í verjuni. Martin Stocklasa umbar seg við, at tangin hjá summum spælarum var tómur, og summir av spælarunum vóru hart belastaðir aftaná eina heldur drúgva venjingarlegu hjá liktinsteinska landsliðnum í Spania. 

 

Volksblatt skrivar, at serliga seinasta korterið var Liktinstein undir stórum trýsti, tá føroyska liðið hevði bóltin í netinum og rakti stongina. 

 

Martin Stocklasa slapp undan seinna lúsinginum á venjingarleguni í Spania, men slapp ikki undan enn einum tapi fyri Føroyum.

 

Enn hava Føroyar og Liktinstein ikki verið í undanbólki saman.

 

Í Nations League deild D í summar skal Liktinstein spæla móti Andorra og Lettlandi.