Í minsta lagi 11 dripin á ársdegnum fyri søguligu mótmælini í Kenya

35 ár eftir mótmælisgongur, sum førdu til fleirflokkaskipanina í Kenya, eru kenjarar farnir aftur á gøturnar.

Mótmælisfólkini vóru á gøtunum í millum annað høvuðsstaðnum í Kenja, Nairobi, mánadagin. - Mynd: Monicah Mwangi

Í minsta lagi 11 fólk doyðu í dag og 52 løgreglufólk fingu skaða undir mótmælisgongum móti stjórnini um alt Kenya.

Tað sigur kenjanska løgreglan í eini fráboðan sambært Reuters.

Løgreglan sigur ikki, hvussu ofrini vórðu dripin ella hvør drap tey, men sambært Reuters skeyt løgreglan skot undir mótmælisgongunum.

Ein journalistur frá tíðindastovuni var til staðar á mótmælisgongu í Kangemi, sum er ein útjaðari í høvuðsstaðnum, Nairobi. Her sá journalisturin, at løgreglan skeyt beinleiðis eftir nøkrum av mótmælisfólkunum.

Eagle Nursing Home sjúkrahúsið í Kangemi upplýsir, at tað hevur fingið fleiri særdar sjúklingar, og at tveir sjúklingar við skotsárum eru deyðir.

Kenyatta National Hospital, sum liggur í einum øðrum parti av Nairobi, viðgjørdi 24 særd fólk, sum vóru til staðar á mótmælisgongunum í dag, men sjúkrahúsið greiddi ikki nærri frá, hvat slag av skaðum sjúklingarnir fingu.

Mótmælisfólkini vóru á gøtunum í sambandi við 7. juli, sum er ein politiskur hátíðardagur í Kenya, og endaði við samanbrestum við løgregluna.

Fyri júst 35 árum síðani - 7. juli 1990 - mótmælti andstøðan í Kenya og kravdi, at ein demokratisk fleirflokkaskipan varð sett í gildi í landinum.

Mótmælisgongurnar slóðaðu fyri, at fólkaræðislig val við fleiri flokkum skuldu haldast í 1992 fyri fyrstu ferð í meira enn 20 ár.

Kenjarar fóru eisini út á gøturnar í juni, har mótmælisgongurnar førdu til samanbrestir millum luttakarar og løgregluna. Samstundis vórðu fleiri túsund fyritøkur í Nairobi vandaliseraðar av í høvuðsheitum ungum monnum.

Mótmælisgongurnar vórðu skipaðar fyri at markera fyrsta ársdagin fyri stórar mótmælisgongur móti skattahækkingum, sum vóru í Kenya í juni 2024, og fyri at vísa ónøgd við kenjanskar myndugleikar.

Mótmælini gjørdust harðari, tá kenjanski aktivisturin Albert Ojwang doyði í juni, meðan hann var í varðhaldi hjá løgregluni.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Mótmælisfólkini vóru á gøtunum í millum annað høvuðsstaðnum í Kenja, Nairobi, mánadagin. - Mynd: Monicah Mwangi