Í minsta lagi 20 eru deyð eftir ógvusliga vatnflóð í Kina

Millum annað hevur ein fallin brúgv fríggjadagin kostað fleiri fólkum lívið í Kina. Tað hendir sum úrslit av nógvum regni

Myndir frá kinesiskum almennum sjónvarpi vísa, at brúgvin enn liggur brotin í ánni, meðan vatn skolar yvir hana. - Mynd: Cns/Ritzau Skannapix

Brádliga flóðaldur í landsynningspartinum av Kina hava kiostað í minsta lagi 20 fólkum lívið og tíggjutals fólk eru saknað.

Tað skriva kinesiskir almennir miðlar leygardagin eftir eina viku við ógvusligum regni.

Í landnyrðigslandspartinum Shaanxi vórðu fleiri bilar skolaðir í eina á fríggjakvøldið, tá ein brúgv um ánna rapaði. Í minsta lagi 12 lótu lív í tí sambandinum, og 30 eru saknað, skrivar almenni miðilin, Xinhua.

Fyrstu kanningarnar vísa, at tilsamans 17 bilar og átta lastbilar endaðu í ánni, stendur í fráboðanini.

Myndir frá kinesiskum almennum sjónvarpi vístu, at brúgvin enn lá brotin í ánni, meðan vatn skolaði yvir hana.

Eitt eygnavitni, sum bert tosar við eftirnavninum Ming, sigur, at hann var á veg at koyra inn á brúnna fríggjakvøldið, tá fólk í bilunum nærhendis honum knappliga róptu, at hann skuldi "bremsa og steðga bilinum".

- Ein lastbilur framman fyri mær steðgaði ikki og hann fór í vatnið, sigur hann.

Forsetin í Kina, Xi Jinping, heitir á "øll bjargingarátøk" fyri at finna tey, sum enn eru saknað.

Samstundis vórðu í landsynningslandspartinum Sichuan boðað frá, at fleiri enn 30 fólk vóru saknað leygardagin, eftir at ein ógvusligur torustormur elvdi til brádliga vatnflóð í býnum Ya'an um náttina.

Átta lík eru funnin, og fýra álvarsliga særd fólk fáa viðgerð.

Fríggjadagin upplýstu kinesiskir almennir miðlar, at minst fimm eru deyð og átta eru saknað, eftir at nógv regn elvdi til skriðulop í býnum Naoji, eisini í Shaanxi.

Ríkissjónvarpið vísir myndir av fleiri býum, sum eru fullkomiliga floymdir av moldvatni, meðan neyðhjálparfólk og íbúgvar royna at fáa tamarhald á skaðanum.

 

AFP

 

Myndir frá kinesiskum almennum sjónvarpi vísa, at brúgvin enn liggur brotin í ánni, meðan vatn skolar yvir hana. - Mynd: Cns/Ritzau Skannapix