Hátíðarhaldið verður í morgin klokkan 14:00 við tunnilsmunnan Øravíkarmegin (við Ánna í Svartatungum) og tá fer landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, at halda røðu, umframt heilsanir frá Jóannis Lisberg, borgarstjóra í Fámjins kommunu, Sigtór A. Petersen, stjóra í P/F J&K Petersen og Marjun W. Thomassen, stjóra á Landsverki.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir. Hornorkestrið framførir eisini verk, ið er gjørt til høvið. Talan er um verkið “Merkið”, ið Pauli Hansen hevur skrivað.
Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14:30, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu og bjóðar Landsverk saman við Fámjins kommunu og Tvøroyrar kommunu øllum til drekkamunn við bygdahúsinum Vesturhøll á Neystavegi 4 í Fámjin.
Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Hvistan (felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroy) høvi at renna/ganga/trilla og súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin. Møguleiki er fyri at ganga/renna/trilla aftur og fram ígjøgnum tunnilin (tilsamans umleið 3,2 km.). Gongd/renning/trilling/súkkling byrjar kl. 12:45 nærhendis tunnilsmunnan í Øravík. Upphiting er við tunnilsmunnan 10 min. áðrenn og er ikki neyðugt við tilmelding.
Landsverk hevur hesa kunning um ferðslu, parkering og serbussar í sambandi við, at nýggi Fámjinstunnilin letur upp mikudagin 25. juni 2025
Serbussar úr Fámjin til teirra, ið ganga/renna/súkkla
Serbussar koyra úr Fámjin til tunnilsmunnan Øravíkmegin í sambandi við, at møguleiki verður at ganga/renna/súkkla gjøgnum kl. 12.45. Bussarnir koyra frá bygdarhúsinum Vesturhøll kl. 12.10 og 12.20.
Serbussar úr Fámjin í sambandi við hátíðarhaldið, sum verður kl. 14.00.
Bussar koyra frá bygdarhúsinum Vesturhøll kl. 13.30.
Eftir at snórurin er kliptur uml. kl. 14.30 koyra bussar frá tunnilsmunnanum oman til Fámjin. Koyr verður aftur og fram inntil tiltakið í bygdini er liðugt umleið kl. 16.30.
Parkering av bilum í sambandi við hátíðarhaldið við tunnilsmunnan Øravíkarmegin
Væntandi vera nógvir bilar, bæði til renningina kl. 12.45 og til sjálvt hátíðarhaldið
kl. 14.00, og tí er týðandi, at bilar parkera á støðunum, ið síggjast á hesi myndini og annars taka neyðug fyrilit til ferðslutrygdina. Landsverk vil ráða fólki í Fámjin til mest møguligt at brúka busssambandið frá bygdini. Onnur eru eisini vælkomin at brúka bussin oman til tiltakið í bygdini og niðanaftur til tunnilsmunnan ella til Øravíkar eftir tiltakið í Fámjin.
Ferðslan á vegnum um Øraskarð og oman til Fámjin í sambandi við hátíðarhaldið
Kl. 14.00 verður stongt fyri allari ferðslu úr Fámjin og um Øraskarð inntil kl. 15.00 – tá ferðslan frá hátíðarhaldinum er komin oman í bygdina.
Opið fyri almennari ferðslu í nýggja tunlinum
Umleið Kl. 14.30 verður latið upp fyri almennari ferðslu frá tunnilsmunnanum Øravíkarmegin og umleið kl. 15.00 Fámjinsmegin.
Roknað verður við nógvari ferðslu og heitt verður á bilførarar at sýna stórt varsemi og tol í sambandi við tiltakið.