Edmund Berg úr Havn, Jákup Jacbosen úr Havn og Neil Blackeby úr Englandi

Í morgin verður tað: Fara at rógva úr USA til Føroya

Nú eru vit næstan klárir at fara avstað, sigur Jákup Jacobsen. Í morgin fara hann, Edmund Berg og Neil Blackeby at rógva tvørturum Atlantshavið úr Florida til Føroya. Teir fara at flygja Golfstreyminum.

Edmund Berg úr Havn, Jákup Jacbosen úr Havn og Neil Blackeby úr Englandi

Í morgin byrjar eitt spennandi ævintýr hjá Jákup Jacobsen, Edmund Berg og Neil Blackeby. Tá loysa teir frá landi úr Florida og seta kósina móti Føroyum í spildurnýggja bátinum "Guðrun", ið teir hava latið byggja til endamálið.

 

Teir tríggir fara at rógva allan teinin - nakað, sum eingin hevur gjørt áður. Golfstreymurin byrjar beint sunnanfyri Miami. Hetta gevur teimum møguleika at fylgja streyminum allan vegin til Føroya.

 

Túrurin er umleið 4.200 fjórðingar, og teir vænta, at tað kemur at taka einar tveir mánaðir. Tað verður avbjóðandi, men teir hava eisini fyrireikað seg væl til túrin. Fyrireikingarnar byrjaðu longu fyri trimum árum síðani, og nú seinastu tíðina hava teir vant seg upp til túrin og fyrireikað alt tað praktiska sum eitt nú at skaffa mat og neyðugar greiður.

 

– Nú byrjar at líkjast. Fólk her eru sera forvitin og spyrja okkum um túrin. So í morgin verður tað, sigur Jákup Jacobsen úr telefonini í Florida.

 

Teir loysa frá landi úr Dania Beach í Florida klokkan 9 lokala tíð í morgin. Tað svarar til klokkan 14 føroyska tíð.

 

Her er báturin, sum teir fara at rógva til Føroya við:

 

##med2##

 

Tað er belgiski bátabyggjarin Koen De Gezelle, sum hevur staðið fyri at sniðgeva og byggja bátin

 

Edmund Berg úr Havn, Jákup Jacbosen úr Havn og Neil Blackeby úr Englandi