»I ærlige brudefolk?«

Bók um brúdleypssiðir í Føroyum er útkomin. Høvundur er Jóan Pauli Joensen

Brúdleypsbókin hjá Jóan Paula Joensen I ærlige brudefolk. Bryllup på Færøerne, sum danska forlagið Museum Tusculanum Forlag, Københavns Universitet gevur út, kom til Føroyar við Norrønu mánadagin.
Henda sera snotiliga og innbundna bókin er ein siðsøgulig lýsing av brúdleypi í Føroyum frá umleið 1500 til 2002. Greitt verður frá giftermáli og brúdleyp og teirri siðvenju ið hevur hingið uppi í hesum og hvussu siðirnir eru broyttir upp gjøgnum tíðina.
Lesarin verður verður tikin við sum gestur til gomul føroysk bygdabrúdleyp eins væl og nýggjari brúdleyp bæði í kirkjuni og í øðrum samkomun. Har verður greitt frá hvussu fólk funnu saman, brúðarvígslu, ofri, gávum, songarleiðing, brúdleypsmati, brúdleypsklæðum, drunni, brúðardansinum og øllum tí sum fólk seta í sambandi við brúdleyp.
Eisini eru allir teir nýggju siðirnir sum polterabend og skemt við moderna brýdleypsborð lýst væl og virðiliga. Bókin byggir á alt tað,,sum er til skjals um brúdleyp í Føroyum og høvundurin hevur eisini savna nýtt tilfar frá prestum, studentaskúlanæmingum o.ø. Hetta er fyrstu ferð at brúdleyp í Føroyum er lýst í síni heild í bók við myndum í litum.
Bókin er 300 blaðsíðir í tveimum stórum teigum. Hon hevur eina rúgvu av myndum bæði svart/hvítar og í litum.
Bókin verður í øllum bókabúðunum 17. desember, kanska fyrr. Hon kosar 325 í bókabúðunum.