Í toki til Murmansk

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum:

 

 

 

Finska søgan hjá Rosu Liksom úr tokvogni nummar seks er fyrsti filmur í Filmsfelagnum í nýggja árinum.

 

Unga finska kvinnan, Laura, hevur eitt trupult kærleiksamband í Moskva. Hon ger av at fara einsamøll í toki norður til Murmansk, at síggja fornisku teknini, sum har eru rist í klettin.

 

Í sovivogninum er Laura noydd at vera saman við russiska námsarbeiðaranum, Ljoha, sum er ófólkaligur og lítið fyrikomandi. Men ferðin í fylta tokinum er long og eftir fyrstu illstøðuna verður tónin ein annar.

 

At ferðir teirra krossast úr Moskva til Murmansk á henda hátt, elvir til at bæði noyðast at endurskoða, hvørji tey sjálvi eru.

 

Filmurin, sum vann Grand Prix í Cannes í ár, er finska Oscaruppskotið í 2022, eins og Golden Globe uppskotið sum besti altjóða filmur.

 

Søgan úr tokvogni nummar seks er annar filmurin hjá Juho Kuosmanen (f.1979), ið longu verður róptur hin nýggi Kaurismaki.

 

Í 2016 vann Juho virðislønina Un Certain Regard í Cannes fyri ævisøguliga filmin um boksaran og bakaran úr Kokkola “The Happiest Day in the Life of Olli Mäki”.

 

Atgongumerkjasølan til fyrstu mikudagssýningina í nýggja árinum er byrjað í Havnar Bio og á netinum.

 

Vit halda almennu koronutilmælini, og koma broytingar fyri, lýsa vit tær á Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum.

 

Filmsfelagið ynskir gott nýggjár og takkar fyri undirtøkuna í skjótt farna ári.

 

5. januar klokkan 20:00 Í tokvogni nummar 6 (Hytti nro 6, Juho Kuosmanen, Finnland 2021 107 min)

 

Filmsfelagið

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##