Íbúðir undir Gráasteini 20 milliónir í halli

Árið 2013 royndist einki serligt hjá kreppurakta felagnum, sum bygdi íbúðirnar undir Gráasteini í Havn

Árið 2013 royndist einki serligt hjá kreppurakta felagnum, sum bygdi íbúðirnar undir Gráasteini í Havn.

 

Felagið sigur í ársfrágreiðingni, at úrslitið er ávirkað av, at lánistovnurin hevur eftirgivið skuld upp á 30,3 milliónir krónur.

 

Somuleiðis ávirkaði tað úrslitið í 2012, at lánistovnur felagsins eftirgav skuld upp á 100 milliónir krónur. Tá gjørdist úrslitið eitt yvirskot upp á góðar 84 milliónir krónur.

 

Tað er BankNordik, sum varðar av felagnum, eftir at upprunaliga felagið fór á húsagang, langt áðrenn byggiarbeiðið var liðugt.

 

Leiðsla felagsins sigur seg ikki vera nøgda við úrslitið

 

Eftir at roknskaparárið endaði við ársskiftið hevur felagið selt tveir av íbúðarblokkunum til Bústaðir. Tað var í januar, at Bústaðir keyptu 24 íbúðir frá Íbúðum undir Gráasteini fyri 38,4 milliónir krónur.

 

Les eisini Bústaðir keypir 24 íbúðir

 

Les eisini: Bústaðir vátta keyp á Heimasta Horni

 

- Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum, segði Andras Róin, stjóri á Bústøðum, tann 14. januar.

 

Sp/F ìbúðir undir Gráasteini sigur í ársfrágreiðingini um framtíðina, at felagið hevur staðið fyri bygging av 96 íbúðum. Byggingin verður liðug í 2014, og felagið er farið undir at selja íbúðirnar, men enn er óvist, nær allar íbúðirnar verða seldar. Virksemi felagsins í komandi tíðum verður at fáa selt íbúðirnar.

 

Felagið ger eisini greitt, at felagið hevur fingið játtað neyðuga fígging til dagliga raksturin tað komandi árið. 

 

Partapeningurin í felagnum er 125.000 krónur, men av tí at felagið hevur havt støðugt hall, so er eginognin negativ við næstan 62 milliónum krónum, hóast felagið hevur fingið eftirgivið 130 milliónir krónur í skuld seinastu tvey roknskaparárini. Skuldin til peningastovnar er 115 milliónir krónur.

 

Stjóri í Íbúðum undir Gráasteini er Christian Andreasen, advokatur.