ÍBV er nú fremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Nýklaktu steypavinnararnir vunnu á heimavølli í kvøld

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV hava fingið armarnar niður aftaná minniliga steypasigurin á Vali í Laugardalshøllini í Reykjavík farna leygardag, og hava nú fult fokus á landskappingina.

 

Í kvøld tók ÍBV móti KA/Þór úti í Heimey. 

 

ÍBV vann dystin rættiliga greitt 28-23. Í fyrra hálvleiki var klassamunur, og var ÍBV á odda 18-9 í steðginum. Í seinna hálvleiki valdi venjarin at hvíla fleiri av teimum føstu leikarunum, og so slapp KA/Þór at pynta um úrslitið.

 

Ingibjørg skoraði eitt mál fyri ÍBV hesaferð.

 

ÍBV er nú einsamalt oddalið í deildini við 34 stigum. Valur er næstfremst við 32 stigum.

 

ÍBV hevur tveir dystir eftir í grundspælinum at leika. Komandi leygardag móti Selfossi á heimavølli, og 1. apríl á útivølli móti Fram. 

 

Støðan: 

 

Lið: DystirMálmunurStig
ÍBV19547:45634
Valur19552:45232
Stjarnan19515:44827
Fram19521:44123
Haukar19511:54212
KA/Þór19455:49312
Selfoss19489:5748
HK19411:5954