ÍF er í FM hálvfinalu

Albert Ellefsen hevur vónir um, at fyritreytir verða fyri, at toppdysturin ímóti HB um eina viku verður avgerandi í FM stríðnum

At HB mikukvøldið einki fekk við sær av Argjum, og at fjarstøðan hjá ÍF fram til fremsta plássið harvið framvegis ikki er meiri enn fimm stig hevur kynt undir vónirnar hjá fuglfirðingum um, at tað skal eydnast at taka oddasessin frá HB og harvið at vinna FM heitið.

Albert Ellefsen og hansara menn skulu seinnapartin út um Varmakeldueið at stríðast í grannauppgerð í Sarpugerði. ÍF venjarin ásannar, at tað er stór avbjóðing:

-Vit síggja hetta sum hálvfinalu í FM kappingini. Um tað eydnast okkum at vinna fulla úrtøku, so kann tað fara at vísa seg, at dysturin ímóti HB í Fuglafirði um eina viku verður rættuliga avgerandi fyri, hvør fer at vinna FM. HB eigur heimadystir ímóti 07Vestur og TB og so útidystir ímóti okkum og NSÍ. Eg rokni við, at tað verður torført hjá teimum í Runavík, so vit halda okkum hava nógv at spæla fyri, nú vit fara út til Gøtu. Eg ivist onga løtu í, at víkingarnir fara at leggja nógv fyri ímóti okkum, og tá ið talan er um grannauppgerð, so kann tað fara báðar vegir, heldur ÍF venjarin.

Grannarnir hava higartil í ár vunnið hvør sína ferðina á heimavølli – Víkingur 3-2 í Gøtu og ÍF 2-1 í Fuglafirði.

Hjá ÍF eru fleiri av føstu monnunum burtur. Hallgrím Gregersen Hansen, sum býr í Syðrugøtu, fer at verja ÍF málið í staðin fyri skadda Jákup Mikkelsen.

-Hann hevur havt Jákup sum lærumeistara, og hann hevur ment seg ógvuliga nógv. Tá ið vit spældu á heimavølli ímóti Linfield, varð hann av Sosialinum kosin at vera besti maður hjá okkum, og hann hevur spælt tveir aðrar landskappingardystir í ár. Vit harmast um støðuna hjá Jákupi, og vit sakna hann, men vit halda okkum hava ein góðan avloysara. At hann er væl fyri, vísti Hallgrím, tá ið hann kom inn sunnudagin.

Umframt á málverjuplássinum er neyðugt hjá ÍF at skifta nýggjar menn inn á liðið í staðin fyri Jan Ó. Ellingsgaard, Ara Ó. Ellingsgaard og Høgna Zachariassen, sum eru leikbannaðir.

-Hópurin er ikki breiður, men vit halda okkum hava góðar menn at seta í staðin fyri hesar. Poul N. Mikkelsen var í miðverjuni, tá ið vit á heimavølli vunnu ímóti Víkingi. Ta ferðina manglaðu vit Bartal Eliasen, Dánjal á Lakjuni, Nenad Saric og Høgna Madsen. Umframt Hallgrím og Poul verður Dánjal á Lakjuni við hesa ferð. Hann hevur verið skaðaplágaður, men nú er hann komin fyri seg. Bogi R. Petersen var á beinkinum mesta av tíðini fyri viku síðani. Nú er hann komin fyri seg aftur, og Áki Petersen er væl fyri. Tíbetur vísir tað seg, at Fritleif í Lambanum verður førur fyri at venja aftur í næstu viku, sigur Albert Ellefsen.

Hjá Víkingi var tað vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku á heimavølli ímóti AB, sum fór suður aftur við 2-0 sigri. Spurningurin er so, hvussu tað fer eydnast Sigfríði Clementsen at seta steypavinnararnar upp til grannauppgerðina. Tað átti ikki at verið nakar trupulleiki.

Atli Gregersen er við aftur eftir leikbann. Hesa ferð eru Hans Jørgen Djurhuus og Kaj Leo í Bartalsstovu leikbannaðir.

Víkingur-ÍF: Rúni Gaardbo í dag klokkan 17.00.