ÍF plágað av skaðum

Fótbóltur: Fleiri ÍF-arir eru ivasamir undan dystinum móti KÍ sunnudagin

ÍF kom víðari í steypakappingini við at spæla javnt á Tvøroyri í seinasta dystinum í bólkinum, men dysturin kostaði rættiliga nógv fyri fuglfirðingar.

Piotr Krakowski, venjari hja ÍF, sigur, at fleiri spælarar fingu smáskaðar á Tvøroyri, og hann vónar, at teir verða klárir til dystin móti KÍ sunnudagin.

Talan er um Jacek Jarlaaczek, Eyðálv Petersen, Egil Zachariasen, Torkil Hansen og málverjan Erling Joensen. Teir hava verið til venjing hesa vikuna, men hava bert smárunnið.

ÍF hevur eins og øll hini liðini spælt nógvar dystir seinastu tíðina, men Piotr heldur ikki, at tað er orsøkin til, at so nógvir spælarar hava fingið smáskaðar.

? Eg veit ikki enn, hvussu liðið fer at síggja út, tí so nógvir spælarar eru ivasamir, sigur hann.

? Men vit fara í øllum førum at royna at vinna. Vit vilja ikki byrja landskappingina við einum ósigri, men vilja hava í minsta lagi eitt stig burtur úr dystinum, sigur Piotr Krakowski, sum í ár er komin til ÍF frá FS Vágum, sum hann vandi í fjør.

KÍ væl fyri

KÍ er hinvegin rættiliga væl fyri. Klaksvíkingar hava ein breiðan hóp í ár, og tað gevur sunna kapping um tey 11 plássini. Eitt dømi um breiddina hjá KÍ í ár er, at ein so frægur spælari sum Zoran Mancic enn ikki hevur vunnið sær fast pláss á liðnum.

Hin nýggi útlendingurin hjá KÍ, Marek Wierzbicki, hevur hinvegin verið ein av teimum bestu higartil í ár og hevur longu fingið eina lyklastøðu á miðjuni hjá klaksvíkingum.

Olgar Danielsen tykist vera væl fyri í ár og hevur gjørt fleiri mál í steypakappingini.

Hann vísir eisini á, at KÍ hevur nógv gott fólk í ár, og hann hevur góðar vónir.

? Vit plaga at hava eitt gott tak á ÍF, bæði í Klaksvík og í Fuglafirði, sigur Olgar.

Sjálvur hevur hann havt ein smáskaða í knænum, men tað er um at koma í rættlag, so hann verður væntandi við í Fuglafirði í morgin.


Allan framvegis trupulleikar

Umframt Olgar hevur Allan Joensen eisini framvegis trupulleikar við fótinum. Allan hevur spælt eitt sindur í steypakappingini, men hælsinan hovnar aftaná, og hann hevur nú avgjørt at taka ein steðg aftur.

Annars hevur KÍ alt fólkið klárt til frumframførsluna í landskappingini í ár ? ein kapping, har klaksvíkingar ætla sær at vera heilt uppi millum tey fremstu liðini.