Í kvøld verður fyrsti dysturin í 17. umfari. ÍF hevur vitjan av FC Suðuroy. Dysturin er í Sarpugerði, tí teir eru ikki lidnir at skifta graslíkið í Fuglafirði.
Stóri ÍF spælarin í 3-3 javnleikinum ímóti AB síðsta sunnudag var Bartal Eliasen. Miðverjin legði upp til eitt mál, og hann skoraði til 3-3. Tað var merkisvert, tí hetta var mál nummar hundrað hjá veteraninum. Bartal verður ikki við í kvøld. Hann er á veg á oyggjaleikir við flogbóltslandsliðnum, har hann er hjálparvenjari. Síðani minnisríka dystin ímóti AB hevur Bartal gingið á høkjum, tí hann er skaddur í fótinum.
Fasti makkari hjá Bartali í ÍF miðverjuni er Poul Nolsøe Mikkelsen. Hann var ikki við sunnudagin, og hann hevur ikki vant upp undir dystin í kvøld. Orsaka av skaða, sum hann fekk í U21 landsdystinum fyri viku síðani, er tað ivasamt, um Poul Nolsøe Mikkelsen verður førur fyri at spæla í kvøld. Í Fuglafirði vóna teir, at hann verður tøkur. Triði miðverjin er John Daniel Guðjónsson, sum eisini er skaðadarvaður. Áki Petersen loysti av í miðverjuni ímóti AB. Predrag Markovic er skaddur, og Hallgrím Gregersen Hansen fer at verja ÍF málið í kvøld.
FC Suðuroy hevur góð minni úr Fuglafirði, har suðuroyingarnir á krossmessu vunnu 3-2.
-Tað var besti dysturin hjá okkum í ár. Vit hava verið illa plágaðir av skaðum, men vit hava mót um, at tað skal eydnast at fáa stig við okkum suður aftur, sigur FC Suðuroy venjarin Jón Pauli Olsen.
Mamuka er tøkur aftur, eftir at hann var skaddur sunnudagin, tá ið FC Suðuroy tapti 3-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Tað er ivasamt, um Christian Ibeagha og Jón Krosslá Poulsen vera førir fyri at spæla í kvøld.
ÍF-FC Suðuroy: Lars Müller klokkan 19.00.