Ikea sendir skriv um Trump

Innferðarforboðið, sum Trump forseti setti í verk um vikuskiftið, hevur fingið øði í fólk og fyritøkur. 

 

Innferðarforboðið hevur nú elvt til, at høvuðsleiðslan hjá Ikea í USA hevur sent starvsfólkunum eitt skriv um støðuna. 

 

Í einum brævið til síni starvsfólk skrivar Lars Persson, høvuðsstjóri hjá Ikea í USA, at hann heldur innferðarforboðið vera órógvandi. Tað veit Tv2 umvegis Aftonbladet at siga í kvøld. 

 

Víðari sigur Lars Persson, at um so er, at starvsfólk hjá Ikea ella familjur teirra eru rakt av innferðarforboðnum, so kunnu tey venda sær til leiðsluna, sum fegin vil bjóða teimum ókeypis løgfrøðiliga hjálp. 

 

Víðari greiðir Lars Persson frá í brævinum, at hansara 35 ár í fyritøkuni eru merkt av, at fólk av ymiskum uppruna hava hildið fyritøkuni uppi. 

 

 

- Tí eru øll uppskot, sum diskriminera ein ávísan bólk av okkara kundum ella starvsfólkum, ella sum avmarkar okkara møguleikar at fáa tiltrekkja ella fasthalda talentrík fólk, órógvandi fyri okkum, sigur hann í skrivinum og endar við at vísa á, at tað er umráðandi at berjast fyri tí man heldur er rætt. 

 

Hetta veit Tv2 umvegis Aftonbladet í dag.