Ikki allir prísir hækka

Prístillagingarnar hjá Atlantic Airways eru nú kunngjørdar. Bíligu ferðaseðlarnir verða bíligari, meðan dýru ferðaseðlarnir verða dýrari Prísurin á einvegis ferðaseðlum á øllum leiðum er lækkaður. Eitt nú fæst bíligasti einvegis ferðaseðilin til Keypmannahavnar nú fyri 695 kr. umframt avgjøld. Frammanundan kostaði bíligasti einvegis ferðaseðilin á leiðini 1.495 kr. umframt avgjøld.

Samstundis hækkar prísurin á dýraru ferðaseðlunum. Tann dýrasti ferðaseðilin hækkar við 200 kr. úr 1.995 kr. upp í 2.195 kr. Aðrir fult fleksiblir ferðaseðlar dýrka við ávíkavist 100 kr. og 50 kr.

Sum fráboðað í roknskapinum fyri fyrsta ársfjórðing 2008 standast príshækkingarnar serliga av, at útreiðslurnar til brennievni eru nógv øktar seinastu mánaðirnar.

- Vit sleppa ikki undan at hækka nakrar prísir. Men vit hava samstundis eisini valt at bjóða nakrar nýggjar og lægri einvegis prísir, ið geva fólki, sum kunnu leggja ferðina til rættis í góðari tíð, møguleika at flúgva bíliga, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.