Ikki altíð líka gott

Ikki allir dystir í endaspælinum hava somu leikligu góðsku, og hóskvøldið sóu vit ein hin keðiligasta dystin higartil

Við yvirskrifitini verður sjálvandi sipað til dystin hóskvøldið millum svensku grannar okkara og Turkaland.

Tað byrjaði annars sera gott við ferðmiklum spæli, men kortini gjørdist rættuliga skjótt greitt, at talan fór helst ikki at gerast um mest væl leikta dystin í endaspælinum.


Einki at gremjast um

Hetta hevur tó á ongan hátt verið oyðileggjandi fyri endaspælið, tí higartil hevur undirhaldsvirðið í flestu dystunum verið sera høgt.

Har vit fyrr hava sæð, at partarnir á vøllinum hava verið sera bangnir fyri at tapa dystirnar, er hetta í nógvum førum vent, so liðini gjarna vilja vinna dystirnar, og hetta er í øllum førum at fegnast um hjá hyggjarunum.

So er spurningurin sjálvsagt, um hetta eisini fer at halda fram, tá farið verður yvir til sonevndu knock-out umførini.

Helst eru tá fleiri, sum bera ótta fyri, at talan verður um nølandi spæl, í vón um mótparturin mistekur seg, soleiðis sum fleiri av dystunum í Onglandi vóru í 1996.


Rákið sigur fram

Hinvegin hevur gongdin í europeiskum fótbólti seinnu árini verið tann, at liðini eru farin at spæla meira ágangandi fótbólt. Her verður serliga hugsað um allar teir góðu og spennandi dystir, sum vit hava sæð í Europa-cup seinastu tvey árini.

Vónandi hevur hetta eisini smittað landsliðini hjá ymsu londunum, so venjararnir hjá hesum eisini gerast djarvari.


Langt vikuskifti

Komandi dagarnir verða helst alt annað enn keðiligir í EM høpi. Fleiri dystir, sum tykjast kunnu gerast spennandi, standa fyri framman.

Eftir evstamark okkara skuldi Danmark royna at basa hollendingum í eini seinastu roynd at vinna fram til fjórðingsfinalurnar, meðan Kekkia hevði sama setning móti Fraklandi.

Í dag verður so stóra slagið millum Ongland og Týskland, og fyri báðar partar er ein sigur av avgerandi týdningi. Ongland hevur ikki vunnið á arvafíggindunum síðani HM í 1966, men týska liðið tykist ikki hava somu styrki í dag, sum fyri fáum árum síðani, so ensku møguleikarnir verða neyvan betri, enn teir eru í løtuni.

Sunnudagin skal Spania so royna at reisa seg úr øskuni, meðan Noreg skal royna seg móti enn einari stórmakt, tá Jugoslavia stendur hinumegin miðlinjuna.

Jú, sanniliga útlit fyri einum langum vikuskifti, og mitt í øllum rokanum skulu stundir helst eisini finnast at fara út í sólina, har føroyskur fótbóltur stendur á skránni.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.