Ikki at bora Øravík - Hov ? er hol í høvdi

    

Nú avgerðin er tikin um, hvør skal gera samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, sær tað út til, at tann parturin av løgtingslógini um samferðsluhavnina, har sagt verður, hvar mesta grótið skal takast frá til samferðsluhavnina, er burturgloymdur.
Tá triðja viðgerð av hesum máli skuldi avgreiðast í løgtinginum, fekk ein varhugan av, at ein politisk samsvørjing hevði tikið seg upp ímóti at knýta sam-ferðsluhavnina saman við tunnilsgerðini millum Øra-vík og Hov, soleiðis sum løgtingið við aðru viðgerð hevði samtykt stutt framman undan.
Tað sær út til, at landsverkfrøðingurin eisini hevur fingið boð um, at tað ikki hastar at gera tær kjarnuboringar, sum teir sjálvir ráða til, áðrenn byrjast kann við tunnilsgerð í neðra millum Øravík og Hov.
Uppá fyrispurning frá Vinnunevndini um kjarnu-borðingarnar ikki kundu gerast skjótari enn tríggjar til fýra mánaðir, svaraði landsverkfrøðingurin, at um politiski viljin var til staðar, so kundi borast longri enn vanligan arbeiðsdag og sostatt kundi tíðin til hesar kjarnuboringar styttast munandi. Men sjálvt um ljóst hevur verið alt samdøgrið síðsta mánaðin er bert bora í 8 tímar. Sostatt verða hesar royndarborðingar við vilja toygdar so langt út, sum møguligt, og nú hoyrdist í útvarpinum at hetta fór at taka rúma tíð enn.
Tað gekk skjótari hjá NCC at bora, spreingja og koyra út úr Vágatunnlinum, enn tað gongur hjá landsverkfrøðinginum at bora eitt klænt hol beint niðureftir í Hovshaganum. So tað er týðiligt at boðini eru »so seint sum gjørligt«.
Tað er heilt ófatiligt, at tað skal verða neyðugt hjá landsverkfrøðinginum at gera dýpdarmátingar á Trongisvágsfirði fyri at finna fram til um nýggi Smyril kann leggja at aðrastaðni á fjørðinum, tá teir sum skulu gera nýggju havnina kunnu gera hana lidna í novembur næsta ár, og Smyril í besta lagi fer úr Spaniu hálvan oktober.
Betur mátti verið at brúkt hesar pengar og kreftir upp á at kjarnubora Øravíkar megin.
Eisini eigur at verða mint á, at norska felagið, sum boraði Vágatunnilin skeyt upp at bora og sikra tunnilin millum Øravík og Hov uttan at gera hann koyri-kláran, fyri at fáa fatur á grótinum. Hetta kundi ger-ast fyri millum 65 og 70 mió. og verða liðugt næsta summar.
Um landsstýrissamgong-an roknar við, at hetta bara verður gloymt burtur, so skulu teir trúgva umaftur, tað eru einans fjúrtan dagar eftir, til tingið kemur saman aftur.
Annars fari eg at ynskja byggifelagnum, sum skal gera samferðsluhavnina, góða eydnu við arbeiðnum.