Ikki bíligari brennivín

Norsku bryggjaríini mótmæla nú politiska tosinum um at lækka avgjøldini á víni og brennivíni.

Tað er ikki stjórnin, sum hevur ætlanir um at gera vínið og brennivínið bíligari. Men Framburðsflokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur kravt, at avgjøldini verða lækkað, nú samráðingar eru um fíggjarlógina fyri 2003. Kravið hjá flokkinum er, at avgjøldini skulu lækka 25 prosent, og flokkurin heldur hetta vera neyðugt fyri at avmarka tað nógva heimabryggið.
Men bryggjaríini, sum bryggja øl, eru ímóti uppskotinum. Tey siga, at lækkingin fer bara at gera, at fleiri norðmenn fara at drekka brennivín heldur enn øl. Harafturat kann lækkingin fara at kosta arbeiðspláss á bryggjaríunum, siga tey.