Orkestrið Plastnoist er kent fyri at spæla ektaðan og góðan rokktónleik uttan nakað hóvasták, og soleiðis er eisini á hesi útgávuni.
Á hesi nýggju fløguni eru 12 løg og kanska fleiri, um tú hevur tol at lurta, og hetta eru løg, sum fevna heilt frá góðum folk-rokk og blues og til psykedeliskan rokk.
Teir flestu sangirnir á fløguni eru á føroyskum og tekstirnir viðgera alt tað gerandisliga sum eitt nú brostnar vónir, eina tilveru við parabolsjónvarpi og so bingo. Eitt tema gongur tó aftur á fløguni, og tað er dansurin, bæði tann føroyski og so tann villi, eksotiski dansurin, sum hóttir við at týna bæði vit og skil.
Nýggja fløgan hjá Plastnoist er spennandi tónleikur, sum hóast hann hevur røtur aftur í 60?ini og 70?ini, er púrasta up to date. Tú hómar ávirkan frá Pink Floyd og Jimi Hendrix og ivaleyst hevur Kaj Klein, sum spælir guitar, eisini fingið onkran íblástur frá nýggjari jazzguitaristum, kanska serliga hinum norska Terje Rypdal.
Dansur og rørsla øðrumegin og innistongdar kenslur hinumegin eyðkenna tónleikin á hesi fløguni.
Blues
Dansur og rørsla er at finna í løgunum Slipstream, Fager der danser og Salome, og innistongdar kenslur í løgunum Spinn mær ein tráð og Parabolin. Tvey løg við heitinum blues eru áhugaverd á hvør sín hátt. Trolarablues, sum als ikki er ein blues, og so Marsannubingoblues, sum er ein ektaður 12-taktara blues, nakað av tí besta føroyska blues, sum man vera at finna á fløgu.
Og so eiga vit eisini at hava í huga, at tað ikki bara er eystanfyri, at múrar skulu koyrast um koll, tí onkrir standa eisini at rapa her vestanfyri, skulu vit trúgva Plastnoist.
Manningin
Manningin hesaferð hjá Plastnoist er umframt Kaj, sum spælir guitar, Karl Anton, sum syngur og spælir guitar og tangentljóðfRi, Kasper Bach á bassguitari og Jon Grundtvig á trummum. Á onkrum av løgunum tekur Kolbein Simonsen sær av bassinum, og Ronnie Nielsen spælir trummur.
Upptøkurnar til hesa fløguna eru gjørdar í Århus og í Havn summarið og heystið 1997, og brøðurnir Kaj og Karl Anton hava tikið upp og ljóðblandað.
Nýggja fløgan, 21, hjá bólkinum Plastnoist er øll sum hon er vælspældur tónleikur.
Hetta er tónleikur, sum kann seta futt í eina og hvørja stirvna veistlu, ella sum kann njótast fyri tað hann er, og so er hetta tónleikur, sum ger teg í góðum lag.
Tað er Plátufelagið TUTL sum gevur hesa nýggju fløguna hjá Plastnoist út. Fløgan 21 kostar 159,- kr.