Ikki bara fínmentan og Tórsvøllur á skránni.

Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn
-----

Hvat vil hatta øra nú, er tað helst onkur sum hugsar nú valevnislistin hjá Tjóðveldinum til býraðsvalið í havn er vorðin almennur ! Tann tankin hevur eisini vent nakrar ferð í ovasti hædd hjá mær. Men svarið er rættiliga einfalt ! Eg vil gjarna gera mun fyri áhugamál sum eg brenni fyri, og mun kann eg bara gera um eg fái ávirkan, antin við at vera valdir í býaðið ella við at fáa so frætt av atkvøðum, at tey sum sita við valdið vita at tað er ein bólkur av borgarum sum hava nøkulunda somu meiningar og áhugamál sum eg.
Eg vil gjarna vera røddin hjá teimum sum kanska hugsa um annað enn tað fínmentaða og harvið vísa á, at býráðspolitikur snýr seg um annað enn Tórsvøll, miðbýin, havnir og mentunarhús. Ikki tí, einki er galið við teimum málinum, men nógv eru sum berjast fyri júst hesum áhugamálum og helst hava vit eisini brúk fyri øðrum.

Hvat er tað so sum eg vil ? Jú sum øll hini vil eg gjarna hava skattin niður, ókeypis barnagarðar, nýggjan ringveg, ítróttarhallir, 50 mtr., svimjihyl, ellisheim o.s.v. Men eg havi tó so gott jørðsamband at eg veit at hetta er órealisitiskt at gera alt í einum. Her skulu sjálvandi raðfestingar til.
Uttan at gloyma børnini og tey eldru er hetta nøkur av teimum áhugamálum sum eg vil brúka mína orku uppá. Nýggja brúgvin um Sandá er sera umráðandi, betri møguleikar fyri ítrótti á Argjum og vesturbýnum og ikki at gloyma betri umstøður til hunda og rossafólk í suðurstreymoy. Hví eg haldi hesu mál eru umráðandi, og hvussu eg ítøkiliga vil arbeiða fyri hesum fari eg at koma nærri inn á seinni.