Ikki bara hepni

Tað krevur sjálvandi nakað av hepni, men Jens Martin Knudsen heldur eisini, at góð fyrireiking er neyðug, um tú skalt gera tær vón um at bjarga brotsspørkum

Fótbóltstos

Tað er eingin loyna, at Sjúrður Jacobsen var í ringum skørum, tá hann tíggju minuttir fyri leiklok fór av vøllinum við kós móti skiftisrúminum hjá NSÍ.
Hann hevði fyri aðru ferð í dystinum nýtt hondina at steðga bóltinum við. Hesa ferð inni í brotsteiginum, og reytt kort og brotsspark vóru harðir dómar at fáa oman yvir seg.
- Nei. Eg hevði tað ikki serliga gott akkurát tá. Bæði tí eg hevði fingið reyða kortið, so vit vóru ein færri og ikki minst orsakað av brotssparkinum. Tað var einki serliga stuttligt.
Spurdur, um hann kortini sá bjargingina hjá Jens Martini, segði Sjúrður, at tað gjørdi hann.
- Ja. Eg mátti sjálvandi hyggja, áðrenn eg fór inn, og tað var heilt fantastiskt, at hann soleiðis bjargaði okkum.

Var fyrireikaður
Sum vera man, so var tað eisini ein fegin Jens Martin Knudsen, sum vit hittu eftir dystin. Spurdur, um hann nakran tíð áður hevði upplivað, at mótstøðuliðið misnýtti tvey brotsspørk í sama dysti, var hann eitt sindur ivandi.
- Tað haldi eg ikki. Eg havi upplivað, at tvey brotsspørk eru dømd í sama dysti, men eg haldi meg ikki minnast, at tvey eru brend móti mær í sama dysti.
Hetta er tó langt ífrá fyrsta ferðin, at runavíkingurin hevur bjargað brotssparki. Í so máta er hann kanska tann føroyski málverjin, sum hevur bestu hagtølini. Og tá vit spurdu hann um uppskriftina, so viðgekk hann, at tað var kanska ein ávís fyrireikan í hesum.
- Eg roknaði í øllum førum við, at varð brotsspark dømt, so skuldu antin John ell Jákup taka hetta. Nú kenni eg teir báðar hampuliga væl, og tí hevði eg eisini frammanundan gjørt av, hvat eg skuldi gera.
- John plagar aloftast at hyggja, hvønn veg málverjin fer, og tí hevði eg gjørt av at bíða sum longst. Um hetta ørkymlaði hann, veit eg ikki, men hann skeyt so í øllum førum uppum.
- Jákup hevur tvær ferðir áður skorað móti mær, tá hann hevur tikið brotsspark. Báðar ferðirnar hevur hann smekkað til í somu síðu, sum hesaferð, og tí hevði eg gjørt av við meg sjálvan, at eg skuldi tveita meg til høgru, og tíbetur riggaði tað, segði Jens Martin, sum tó eisini viðgekk, at tað sjálvandi skal nakað av hepni til undir slíkum umstøðum.

Sýna tol
Undan kappingini tosaði nýggi venjarin hjá NSÍ, Jógvan Martin Olsen, um, at hansara fremsta uppgáva var at broyta hugburðin hjá leikarunum, soleiðis at teir gjørdust meira vanir við at vera partur av oddinum.
Spurdur, um tað er hetta, sum ger, at NSÍ nú er í oddinum, sigur Jens Martin, at tað er tað partvíst.
- Eg veit ikki, um tað hevur so nógv at gera við at duga at vera í oddinum. Kanska er tað meira tað, at venjarin alla tíðina hevur potað inn í okkum, at vit skulu vera tolnir. At vit í hvørjum dysti fara at fáa møguleikar. Tað hevur kanska mangla áður, men nú duga vit nógv betri at halda okkum til spæliætlanina, uttan at gerast fjáltursstungnir, um tað ikki gevur úrslit alt fyri eitt, og tað hevur í øllum førum havt nógv at siga, heldur royndi málverjin at enda.