Brotsspark
Sum kunnugt, so var tað John Petersen, sum var upphavið til føroyska málið móti Luksemburg, tá hann varð feldur inni í brotsteiginum fimm minuttir fyri leikloki.
Nýttist ikki at detta
Tá vit seinni fingu fatur á John, hevði hann eisini sæð hendingina á sjónbandi, og hann var ikki í iva um, at talan var um brotsspark.
- Eg kapprann móti tveimum av teirra spælarum eftir bóltinum, og tá teir onkursvegna rendu saman, gjørdist eg fríur. Síðani var eg ikki heilt greiður um, hvat hendi, men í sjónvarpinum sá eg, at ein verjuspælari hjá teimum mest sum rennir inn í bienini á mær, so eg detti. Brotsspark var tað so í øllum førum, og talan var avgjørt ikki um, at eg filmaði meg til brotssparkið, sigur John, og leggur afturat, at tað so avgjørt ikki var neyðugt at filma, fyri at detta á váta vøllinum.
Brotssparkið setti Jens Kristian Hansen ósvikaliga trygt í netið. Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so hevði Jens Kristian 30 ára føðingardag mánadag, og vit spurdu tí John, um hann nú roknaði við, at honum ikki nýttist at hava nakra gávu við til liðfelagan, tá landsliðsleikararnir aftur savnaðust sunnukvøldið.
- Hatta var so í øllum førum ein lítil gáva. So fáa vit at síggja, um hann eisini fær okkurt annað.
Gjørdi tað gott aftur
Annars hevði júst John Petersen ein hin besta føroyska møguleikan í dystinum, tá hann stutt inni í seinna hálvleiki sendi upp um málið hjá Luksemburg. Um hetta segði álopsspælarin á leið soleiðis eftir dystin.
- Bólturin kom innfyri oghevði beina kós ímóti mær, men eg gjørdist eitt sindur í iva um, hvussu eg skuldi gera. Bæði skrúvan á bóltinum og vindurin gjørdu, at eg ivaðist um eg skuldi seta høvdið á, ella taka hann við beininum. Tað endaði so við, at eg setti beinið á, og so fór bólturin upp um. Tað var í øllum førum ein somikið stórur møguleiki, at eg skuldi rakt málið.
Nú gjørdi John so sjálvur skaðan góðan aftur, tá hann fekk tillutað føroyska brotssparkið, og heldur enn at iðra seg um misnýtta møguleikan, so fagnaðiast álopsmaðurin um hetta eftir dystin.
- Tað hevur annars verið Todi, sum hevur fingið nógvu tey seinastu brotsspørkini hjá okkum, men hetta vísir, at tað ikki bert er hann, sum fær brotsspørk. Har afturat gav mítt brotsspark so í øllum førum mál, sigur ein flennandi John Petersen at enda.