Sum ketta úr høvdatrogi eru løgtingsmennirnir Bjørn á Heygum og Óli Breckmann komnir til tað sannføring at best hevði verið við eini løgtingslóg um arbeiðsrætt í Føroyum.
Sum grundgeving fyri hesum, sigst verða, at nú skulu vit hava enn eina skipan, sum skal døma partarnar á arbeiðsmarknaðinum, hvørs ein trætað, sum er endað í arbeiðsstegði, er lóglig ella ikki og haraftrat tá ósemjur ikki finna loysn, so skal hetta skapilsi av einum arbeiðsrætti koma við svarinum.
Í gjøgnum alla tað føroysku fakfelagssøguna, hava vit kunna verið hendan arbeiðsrætt fyriuttan og kunnu eisini verða tað framyvir.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava nú í nógv ár havt eina gerðarættarskipan, sum hevur virkað fyrimyndarliga og sum hevur verið betrað gjøgnum árini. Betranin hevur verið, at fáa gerðarættin til at arbeiða skjótari og hevur hava partarnir gjøgnum samráðingar uttan svørðslag kunna tosa seg til rættis um hetta. Hava tað hinvegin verið mál sum ikki hóskað seg í einum gerðarætti, tá hevur Føroya Rættur tikið um endan og hendan skipanin hevur virkað væl.
Fakfelagspolitikkur og tað at arbeiða fyri limir sínar er í botn og grund ikki í jura. Tað er spurningur um vilja at samráða seg fram til loysnir.
Og lat okkum taka trætuna sum júst hevur verið millum Yrkisfelagið og Landsstýrið. Um vit nú síggja burturfrá hvat sjálv trætan snúi seg um, so botnaði hesin vikurlangi arbeiðsstegðurin í manglandi viljanum í at samráðast. Arbeiðsgevarin, í hesum føri Landsstðrið, hevði als ongan vilja til at samráðast og finna loysnir, sum so førdi við sær, at Yrkisfelagið kendi seg noyddan til at taka til álvarslig stig, sum øll, eisini fakfeløgini helst vilja verða fyriuttan, nevniliga at leggja arbeiðið niður, fyri síðani at noyða arbeiðsgevaran til samráðingarborðið. Og hetta er eitt skúladømi um ein óneyðugan treiskleika frá arbeiðsgevarans síðu at finna loysnir. Eg kundi nevnt eina rúgvu av líknandi dømum.
Og viljin til at samráðast kann ikki blíva betri í einum arbeiðsrætti, gerðarætti ella í Føroya Rætti.
Tað sum manglar er virðing og álit. Virðing frá arbeiðsgevarans síðu til at viðurkenna feløg løntakaranna til at arbeiða fyri limir sínir og álit á at gjørdar avtalur verða hildnar.
Vit hava ikki brúk fyri fleiri dømandi instansum. Latið okkum halda fast við, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum finna útav hvussu viðurskiftini skulu loysast í samráðingum.
Løgtingið skuldi heldur brúkt tíð sína upp á, at skapað grundaralag fyri at øll vinnufør kunnu koma til arbeiðis, tá hevði verið nógv vunnið.
Og til endans, líkamikið um vit fáa arbeiðsrætt, so fara træturnar um arbeiðs- og sáttmálaviðurskifti at halda fram, líka til at øll viðurkenna viljan, virðingina og álitið at samráðast.
Og skulu vit hugsað fíggjarliga í hesum máli, so verða partarnir á arbeiðsmarknaðinum fátækari og sakførarnir ríkari.