Ikki fleiri ferðsluvanlukkur, takk!

Soljóðandi skriv er 12. juni 2001 sent til: Bjarna Djurholm, landsstýrismann við Ferðslumálum, Ráðið Fyri Ferðslutrygd og Fjølmiðlarnar

 

Føroya-MC, Nevndin

Síðani ta syrgiligu vanlukkuna á Skálafjørðinum fyri kortum, hevur verið kjakast um, hvat ið kann gerast fyri at forða fyri, at slíkt kann henda aftur. Nógvir møguleikar hava verið nevndir, og teir flestu ganga út uppá, at forboð av ymsum slag skal hjálpa ? t.d. at blomba bilarnar, fyribils koyrikort til tey ungu, at ung ikki skulu hava loyvi at koyra aftaná kl. 24 um náttina o.s.fr.

Spurningurin er so, um hetta hevði hjálpt nakað!

Eitt er tó heilt greitt; menniskjan hevur gjøgnum allar tíðir havt eitt tíðarskeið, tá skiftið frá barn til vaksin útloysir eina trongd til at royna mørk, ella, sum summi siga, ?rasa út? Hetta er ein partur av búningini og leitanini eftir sínum samleika. Ymiskt er tó frá persóni til persón, hvussu hetta verður gjørt; hjá teimum flestu er tað soleiðis, at eingin leggur stórvegis merki til tað. Soleiðis skal ungdómurin jú vera, siga tey flestu við einum smíli.

Men hjá nøkrum, serliga dreingjum, skal meira til, og her er tað ofta, at bensin og ferð gevur tann spenningin, ið teir leita eftir. Spurningurin er, um hetta ikki er ein veruleiki, sum ringur verður at venja seg av við.

Ein kundi hugt at øðrum, sum ungdómurin í Føroyum hevur upplivað. Fyri nøkrum árum síðani høvdu dansistøðini í Havn bert opið til kl. 01 um náttina. Tað var júst um tað mundið, tá øll vóru blivin í góðum lag, og so vórðu øll koyrd út á gøtuna aftur. Úrslitið varð, at býurin var fullur av fólki, sum ikki tímdi heim, og burturúr hesum stóðst bardagi og herverk í hópatali hvørt vikuskifti, soleiðis at politiið við hundum í heilum var at síggja fyri at halda skil á.

Henda býarmyndin er nógv broytt hesi seinastu árini ? hví kann man so spyrja!? Jú, nú er dansurin opin til kl. 04, og tá hava fólk fingið tað, sum tey vildu, og eru troytt.

Spurningurin er, um ikki tað sama er galdandi fyri hesar ungu dreingirnar, ið vilja royna mørk við at koyra skjótt í bili. Man hevur hoyrt um, at politiið hevur roynt at steðga hesari hasardkoyringini, men teir ungu finna upp á ráð. Ístaðin fyri at steðga við at koyra kapp, skipa teir fyri skipaðari kappkoyring, soleiðis at bilar við fartelefonum syrgja fyri, at teir sum koyra, fáa boð um politiið kemur.

Hvat við at gera sum við dansinum? Um vit geva teimum tað, teir vilja hava, men undir skipaðum viðurskiftum, kundu teir kanska sloppið av við bensininum, sum teir hava í blóðinum, uttan at tað skal vera so vandamikið.

Ein koyribreyt neyðug

Nevndin í Føroya-MC hevur kjakast nógv um hetta, og vit vilja staðiliga mæla til, at ein koyribreyt verður bygd í Føroyum. Við einari koyribreyt hugsa vit um tað, tey í Danmark kalla eitt ?koyritekniskt anlegg? saman við einari hálkubreyt. Ein slík koyribreyt kann nýtast av fleiri ymiskum málbólkum. Til dømis kunnu koyrilærarar nýta hana til koyrifrálæru av óroyndum næmingum ? hetta er krav í hinum Norðurlondunum, og eisini til at næmingarnir kunnu fáa royndir í at fáa tamarhald á einum bili í hálku, uttan at vera til ampa í ferðsluni ella at koma øðrum í vanda. Yvirhøvur vildi eitt hálkuskeið komið væl við hjá nógvum førarum ? eisini teimum, ið hava havt koyrikort í nógv ár.

Eisini vildi ein koyribreyt verið frálík til buss- og lastbilførarar, soleiðis at teir sleppa frá at fara til Danmarkar, hvørja ferð teir skulu á skeið.

Tó hugsa vit eisini, at ein slík breyt kann nýtast til kappingar, t.d. við motorsúkklum, knallertum ella go-kart, har ið kappast verður undir skipaðum viðurskiftum. Flestu, sum hava hug at kappast á motorakførum, siga at ferðin ikki er avgerandi. Tað, sum tað oftast snýr seg um, er at tað skal vera spennandi, og at man kann royna síni mørk.

Ein koyribreyt kann gerast soleiðis, at nógv sving eru á henni, og hetta ger, at ferðin ongantíð verður so nógv. Mørkini kunnu sum oftast líka so væl røkkast við 50 km/t. sum við 200 km/t.

Ein annar munur á alfaravegi og einari breyt er, at um koyrt verður út av alfaravegi, so er tað ofta bert 2 metrar til tann næsta hamaran ella brattlendi. Á einari breyt eru kanska 20 metrar til ein múr av dekkum, har ímillum leyst grús ella mold, sum steðgar tær áðrenn tú nakrantíð kemur so langt.

Aðrastaðni, t.d. í Danmark, kunnu børn/ung sleppa at koyra á einari koyribreyt við go-kartum, knallertum og lítlum motorsúkklum longu frá 10 ára aldri, og tey læra sostatt líðandi at koyra.

Um ein koyribreyt bleiv bygd í Føroyum, var tað kanska ein gongd leið, at tey ungu sluppu at læra seg at koyra nøkur ár áðrenn tey fingu koyrikort til knallert, t.d. um 14 ára aldur. Hetta kundi vónandi ført við sær, at tey lærdu at koyra trygt á einum avbyrgdum øki, og ikki úti í ferðsluni, sum tað er í dag, og kanska eisini gjørt, at tey fingu virðing fyri tí, tey koyra við. Teir (serliga dreingirnir), sum hava ov nógv bensin í blóðinum, tá teir eru 18 ár, hava tað helst eisini, tá teir eru 14 ár, og vildu ivaleyst verið teir fyrstu, ið teknaðu seg til at koyra á einari breyt, um møguleiki var til tess. Hetta vildi so eisini gjørt, at teir kundu avreagerað og roynt síni mørk á koyribreytini undir skipaðum viðurskiftum (og sjálvandi við ásettum reglum), og ikki úti í ferðsluni!

Tað er ein sannroynd, at tað, sum ein lærir mest av, er av sínum feilum; og um tú koyrir á einari koyribreyt við einari knallert, sum ikki koyrir meira enn umleið 50-60 km/t., og ert í neyðugari trygdarútgerð, kundi tú roynt tíni mørk og gjørt onkran feilin, uttan at tað hendi meira, enn at tú fekst eitt sindur ilt. Sami feilur við 200 km/t. á alfaravegi kann kosta nógv meira enn tað ? bæði fyri tann, ið koyrir, og møguliga onnur eisini.

Hugburðsbroyting

Vit meina avgjørt ikki, at forboð hjálpir upp á nakað, tvørturímóti. Vit halda, at tað er neyðugt at broyta hugburðin hjá teimum ungu ? serliga dreingjunum, og tann bólkurin, ið best kann ávirka hesar dreingir, eru tær ungu genturnar. Í Danmark hava fleiri amt saman við Rådet for Større Færdselssikkerhed gjørt eitt átak, har tey royna at fáa tær ungu genturnar at ansa eftir dreingjunum. Hesar gentur, sum melda seg sjálvbodnar, verða nevndar ?verndareinglar?, og tær fáa so ta uppgávuna at ansa eftir, at dreingirnir ikki fara at koyra bil, ávirkaðir av rúsdrekka ella øðrum.

Hetta halda vit kundi verið eitt hugskot at roynt í Føroyum, ikki bert viðvíkjandi at koyra ávirkaður, men eisini viðvíkjandi at koyra ov skjótt. Tað kundi t.d. verið, at vinkonan tók billykilin frá dreinginum, um hann hevði drukkið, at genturnar nokta at koyra við dreingjunum, um teir koyra ov skjótt, ella at tær á annan hátt tosa til teirra samvitsku.

Fyri at broyta henda hugburðin, meina vit tó at tað er neyðugt við einari koyribreyt, har dreingirnir kunnu sleppa at koyra, tí teir mugu og vilja sleppa av við hesa trongdina eftir spenningi á ein ella annan hátt.

Ein annar máti at ávirka hesar dreingirnar er bólkatrýst (á ein positivan hátt). Her hugsa vit um, at fyri nøkrum árum síðani vóru tað bert heilt fá, ið koyrdu við røttum trygdarklæðum og hjálmum á motorsúkklu. Tá var tað kovboybuksur og gummistyvlar, men í dag sær myndin heilt øðrvísi út. Í dag verður tað næstan ikki góðtikið, um tú ikki hevur hóskandi klæðir at koyra í, og so slettis ikki, um tú ongan hjálm hevur, og hetta er uttan lóggeving!

Tað er cool

at vera tryggur

Tað átti ikki at verið neyðugt at hækka bøturnar, fyri at fáa fólk at nýta hjálm, trygdarfetil og onnur ting, sum eru til fyri at verja tey. Ístaðin má tað blíva soleiðis, at tað er cool millum tey ungu (eins og tey eldru) at vera tryggur, og ikki at tað er cool at koyra svakt og uttan trygdarútgerð.

Vit halda, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd ger eitt dygdargott arbeiði við at royna at broyta hugburðin hjá børnum ? t.d. við at øll 1. klassa børn fáa ein súkkluhjálm, og allir 9. klassa næmingar fáa ein dag við frálæru hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, men tað vilja tó altíð vera nøkur, har hesin boðskapurin ikki rínur við, og tá halda vit, at fyribrigdið ?verndareinglar? kundi verið vert at roynt. Í øllum førum mugu vit fara aðrar vegir enn teir traditionellu.

Samanumtikið halda vit, at hetta við at koyra ov skjótt, og trongdin hjá teimum ungu at royna veingirnar, ikki er nakað, ið sleppast kann av við. Spurningurin er bert, hvussu kunnu vit gera tað soleiðis, at tað ikki krevur fleiri mannalív?

Sum eitt áhugafelag fyri motorsúkklukoyrarar hava vit fleiri limir, sum júst hava nógv bensin í blóðinum, og nakrir av hesum hava verið í Danmark og roynt at koyrt á koyribreytum undir skipaðum viðurskiftum, so tað er sostatt eisini út frá royndum, at vit skriva hetta bræv.

Vónandi kunnu vit við hesum orðum geva teimum ungu dreingjunum, teimum ungu gentunum, teirra foreldrum og okkara politikarum nakað at hugsa um.