Ikki Guðs vilji, ikki Guðs ætlan, men Guð er við!

Prædika í Christianskirkjuni nýggjársdag

Tá byrjað verður uppá eitt nýtt ár, glíða tankar okkara aftur til tað árið, ið júst er fari. Vit royna at finna útav øllum tí góða sum vit hava upplivað í tí farna ári. Alt skal nullstillast áðrenn byrja verður uppá eitt nýtt ár. Tað ræður um at úrslitið sær so gott út sum gjørligt, fyri at vit skulu verða nøgs við tað farna Og kanska fyri tey flestu okkara er tað galdandi at árið 2004 var eitt eyðnuríkt og gott ár.Tað kundi uttan iva verið betur á summum økjum, men samanumtikið, eitt eyðnuberandi og gott ár.
Men so kemur dagurin, hin dapri Sunnudagurin, hin 26. desember 2004, 2.jóladagur, sum kámar burtur alla gleði, alt nøgdsemi, alt tað eyðnuberandi. Ein dagur sum altíð vil verða ein dagur sum kemur at standa í søgu og hugaheimi okkara. Tann oyðileggjandi og drepandi flóðaldan sum hendan morgunin rakti Indonesia, Sri Lanka, India, Thailand, Somalia, Burma, Maldivene og enntá ein part av Afrika hevur skakað allan heimin og fyllt okkum øll við sorg, við ræðslu ja við hjálparloysi og vónloysi. Og milliónir av menniskjum standa spyrjandi: Kann lívið nakrantíð blíva tað sama eftir henda sorgarleik?
Okkara tankar eiga tí í dag, og allar teir komandi dagar, vikur og mánar serliga at verða vendir til hesi lond og serliga til øll teirra sum so meiningsleyst og brutalt hava fingið síni lív broytt ígjøgnum líðing, tap og deyða eisini í grannalondum okkara. Í grundini er eisini okkara lív broytt ígjøgnum henda sorgarleik. Tí hetta kemur at seta síni djúpu spor í alt heimssamfelagið í mong ár framyvir. Eingin av okkum, sum hava sæð og upplivað hetta kann strika hetta úr minninum so leingi vit liva her á fold. Henda hending hevur skapt og vil skapað ótta og ræðslu. Og vit standa veruliga spyrjandi: Hvat er meiningin?
Er hesin sorgarleikur ein liður í Guðs ætlan? Er hetta Guðs meining og Guðs vilji? Sum kirkja mugu vit her verða týðilig tá vit svara slíkum tungum og álvarsomum spurningum. Og svarið má ljóða: Nei, tað er ikki Guðs ætlan!! Nei, tað er ikki Guðs vilji og Guðs meining at hesin sorgarleikur skal fara fram!! Tí tað er ein røð av samanhangandi orsøkum sum seta hesa náttúruvanlukku í verk. Bíbliunnar Guð er ikki ein Guð sum situr í høga himli og trýstir á ein knøtt fyri at fáa slíkar oyðileggjandi ólukkir til at henda!! Men tó er tað sætt, at ikki fellur spurvur til jarðar uttan at Guð tað veit! Guð veit um tað sum hendir og er tilstaðar í tí løtu eitt menniskja fer innum deyðans myrku gátt..Tíverri verður hetta ørindi ofta bæði lisið og útlagt á ein skeivan hátt. Tí mong vilja verða við at tað stendur: Ikki fellur spurvur til jarðar uttan Guðs vilja! Men soleiðis stendur ikki skriva. Tí mugu vit samstundis siga eitt rungandi JA! Ikki til at tað er Guðs vilji og meining, men til at Guð er tilstaðar og nærverandi tá hesin sorgarleikur gerst veruleiki og tekur tað sum hent er inn í sína ætlan við okkum menniskjum!! Eitt rungandi JA, til at Guð tekur lut í sorgini, í ræðsluni, í hjálparloysinum, í óvissuni sum valdar manna millum og sum skapar eitt stórt tómrúm í menniskjans tilveru. Tí hin Almáttugi Guð grætir við teimum grátandi, syrgir við teimum syrgjandi og er tilstaðar í tí lívsstøðu tey øll og vit øll eru í, sjálvt um vit eru Kristin, muslimar, buddhistar ella hvat vit eru. Henda veruleika mugu vit sum kirkja halda fast um í hesum døgum og verða týðilig uppá! Tí siga vit at hetta er Guðs góði vilji og meining, so eru vit falslærarar og ótrúgvir tænarar!
Í hesi truplu og tungu tíð sum vit eru í og koma at verða í tað komandi longu tíðina er tað okkara uppgáva sum kirkja og sum kristin fólk at verða við til at skapa "trúgv, vón og ljós í myrkrinum", soleiðis at hvørki mótloysið ella vónloysið vinnur frama og far fastatøkur á menniskjanum!
Standandi á gáttini til eitt nýtt ár, má tað verða hetta sum er tann berandi kraftin í teimum komandi tíðunum!
Árið, ið fari er hevur sett síni spor okkara millum. Sjálvt um mong vilja siga, at hetta er eitt eyðnuríkt og berandi ár fyri tey, so er tað 1000-tals av menniskjum, ja kanska milliónavís av menniskjum ið vilja siga, at 2004 altíð vil verða eitt dapurt ár í lívvsøgu teirra. Hetta er árið hvar tey hava mist sín hjúnafelaga, sín pápa, sína mammu, sítt barn ella síni børn. Ja, hetta er árið sum tey helst vilja gloyma skjótast gjørligt, um tað letur seg gera!
Og standandi á gáttini til eitt nýtt ár, eru tað eisini 1000-tals menniskju í framvegis bíða eftir svari, og sum tí vita, at 2005 ivaleyst ikki vil verða eitt nýtt og eyðnuberandi ár fyri tey. Tí hvat er hent teirra mammu, pápa, hjúnaðarfelaga, syni ella dóttur, familjulimi, vini og kenningum. Hvørji boð verða borðin teimum í tí nýggja árinum? Verður tann ella tey sum tey sakna funnin aftur í øllum ruðuleikanum sum valdar? Og um tey verða funnin, í hvørjum líki? Livandi, særdur ella deyður?
Standandi í hesum sorgarleiki og veruleika er tað gott at vit sum kristin kunnu siga, at tað er eitt navn sum aldi blikna og slítist ei av tíðar tonn, og tað er Jesu navnið. Tað er navnið sum ber av øllum og sum ongantíð broytist
Tí eingin lívsstøða vit menniskju kunnu koma í er so trupul, at ikki Jesus skilir hana til fullnar. Tí hann er við okkum - hann sær tørv okkara og veitir okkum tað styrkið sum okkum er tørvur á fyri at koma víðari í lívinum.
Hann livir ikki lívið fyri okkum, men ynskir at ganga lívið saman við okkum. Hann lærir okkum at liva. Hann slóðar gøtuna og vísir okkum vegin vit skulu ganga. Á hvørjum degi í lívi okkara vil hann verða har vit eru.
Hann hevur tað at geva, sum hvørt einstakt menniskja tráar eftir. Hann eigur tann mátt sum kann endurreisa og endurnýggja menniskjuna. Hetta eigur at geva okkum vón og troyst nú vit standa á gáttini til eitt nýtt ár, sjálvt um sorgarleikurin í tí Indiska havinum hevur fest seg í hugaheimi okkara og sett sín myrka dám á tilveru okkara teir seinastu dagarnar.

Lat okkum tí í tí nýggja árinum hava Jesus við á lívsleið okkara, soleiðis at navn hansara kann verða tað navn sum vit halda fram har vit eru stødd og at navn hansara er tað sum vit finna kraft og styrki í. Við hesum vil eg ynskja tykkum øllum eitt eyðnuberandi og gott nýggjár í Jesu navni
????

Bøn í sambandi við støðuna í Suður Asiu:
Vit biðja fyri øllum teimum sum eru rakt av tí stóru náttúruvanlukku í tí Indiska havinum.
Vit biðja serliga fyri teimum sum deyð eru, fyri teimum særdu og teimum sum sakna eru. Vit biðja fyri familjum teirra, vinum og kenningum. Veit styrki og kraft til teiira sum líða. Stuðla teimum sum bíða í óvissu og vak við teimum syrgjandi.
Vit biðja eisini fyri teimum sum hava mist alt tað tey áttu, fyri øllum teimum sum ikki hava atgongd til reint vatn og nakað til matna og sum tí eisini eru hótt av drepandi sjúkum.
Troysta tey vónleysu og troysraleysu og tak tey í tína varðveitslu.
Vit biðja fyri øllum børnunum, fyri teimum sum særd eru og deyð eru, fyri teimum børnum sum hava mist annan ella bæði av foreldrum sínum. Verð tú verja hjá teimum hjálparleysu.
Vit biðja fyri bjargingarliðum og heilsúmyndugleikum, fyri teimum sum flyta neyðhjálpar vørur inn í neyðstøðuumráðið. Gev teimum kreftir og styrkið.
Vit biðaj fyri myndugleikum og hjálparfelagsskapum, ja fyri øllum teimum sum vilja hjálpa. Lær okkum øll til at takað hond um tey líðandi við teuimum møguleikum vit hava.
Skapað tú Harri trúgv og ljós í tí myrkrinum sum valdar. Gev vón í øllum vónloysi. Endurnýggja og endurskapa títt skapannarverk og síggj í náði og kærleika til øll menniskju. Amen.