Ikki hissini fordómar

Harry á Lakjuni

Eftir at hava lisið greinina, "Kristna fundamentalisman oyðileggur okkum", sum var samrøða við Johannes Møllehave, 23. nov. í Sosialinum, mátti eg spyrja meg sjálvan, um maðurin yvirhøvur veit nakað sum helst um føroyskt kirkju-, samkomu- og trúarlív.

Sjálvur havi eg gingið á møti, síðan eg var lítil smádrongur, og havi hoyrt nógvar túsund talur, prædikur av bæði monnum og kvinnum, eisini úr ymiskum trúarsamfeløgum. Men ongantíð havi eg hoyrt ein boðskap, sum ber brá av, at vit skulu hata ávís menniskju.

Í greinini sigur Møllehave m.a.: "Veruleikin er jú, at ringastu fundamentalistarnir ofta eru teir kristnu, sum ganga frítt ímillum okkum og standa enntá á okkara prædikustólum og fordøma og oysa hatur og hevndarhuga út yvir samkomuna".

Nú er tað blivið modernað at kalla tey kristnu fyri fundamentalistar, og tað hoyra vit oftari og oftari ? og tað í einum negativum týdningi ? men lat tað fara!

Hetta er ein ótrúlig ákæra, sum presturin kemur við, og tað er so oyðasørt, at journalisturin, Anna V. Ellingsgaard, konfronterar mannin við tað, hann sigur, og spyr, hvar hann hevur hoyrt henda haturs- og hevndarboðskap. Tey, sum lesa samrøðuna við Møllehave, ganga sjálvandi út frá, at hann hevur hoyrt slíkt í Føroyum, tí annars var eingin grund til at sláa tað stórt upp í føroyskum blað. Mangur kirkju- og/ella møtigangari man ógvast við eitt slíkt úttalilsi frá hesum danska presti.

"Tað undrar ikki Møllehave", sigur Anna Ellingsgaard, "at vit her heima javnan síggja lesarabrøv í bløðunum, har fólk verða hongd út sum ógudilig og heidningar, tí tey hava víst á tann humanistiska boðskapin í Bíbliuni, sum tosar um fyrigeving og tolsemi heldur enn fordøming og revsing".

Nú veit eg ikki, hvussu nógv Møllehave lesur føroysk lesarabrøv, men her skyldar Anna Ellingsgaard at siga okkum, hvørji hesi lesarabrøv eru, sum javnan heingja fólk út sum ógudilig og heidningar. Men tað mest ørkymlandi við hesum brotinum er, at tað verður tosað um "tann humanistiska boðskapin í Bíbliuni".

Tíbetur eigur humanisman, sum útilokar Gud og setur menniskjað í sentrum, ongan lut í boðskapi Bíbliunnar. Bíblian er sambært sær sjálvari guddómlig, innblást av Gudi (2.Tim.3.16). Víst er kærleiksboðið stórt, men boðskapurin um náði, fyrigeving og frelsu skúgvar ikki aðrar meginreglur Bíbliunnar til viks, so sum humanisman ger tað.

"Vit sita øll í sama toki og eru á veg til sama stað", sigur Møllehave. Um her verður sipað til, at vit øll stundað ímóti gravarbakkanum, so er tað rætt. Ella um tað verður sipað til, at vit øll av náttúru eru í sama toki, so sum Róm. 3, 10-20 vísir á, so er tað eisini rætt. Men tað er ikki rætt, at vit pr. automatikk eru í sama toki, sum førir til himmals, um tað er tað, presturin meinar. Men til alla lukku fyri okkum, ið vóru so illa stødd, sum Róm. 3 talar um, kom tilboðið um náði, frelsu og fyrigeving ? ikki ein humanistiskur boðskapur ? men ein boðskapur um eina fullkomna frelsuætlan úr erva, sum ikki er mannaverk.

At ein danskur prestur kemur til Føroya og setur spurnartekin við, um vit í Føroyum ikki eru slík, sum buka børn okkara, so at tey liggja bløðandi á gólvinum, má sigast at vera langt úti, og ein fær varhuga av, at Møllehave, tá ið hann sipar til søguna í Lukas 10, hevur hug at identifisera føroyingar við ránsmenninar, prestin og levitin heldur enn við hin miskunnsama samverjan.

Um Møllehave ikki veit um allar sólskinssøgurnar, sum føroyingar kunnu siga frá, so átti journalisturin at vitað okkurt. Eg hugsi um, hvussu stórt hjartalag føroyingar upp ígjøgnum tíðirnar og til dagin í dag hava víst teimum, sum vóru illa stødd ? t.d. tá ið heilar skipsmanningar ikki bóru boð í bý, og bygdir gjørdust nærum mannleysar, og eftir sótu einkjur og faðirleys, sum komu ígjøgnum við hjálp frá Gudi og góðum fólki.

Tað kundi verið so nógv at nevnt. Eg hugsi um alt tað hjálpararbeiði, sum einstaklingar, kirkjur og samkomur hava gjørt og gera, t.d. tey, sum í áravís hava ferðast til Rumenia og onnur lond við hjálp av bæði einum og øðrum slag. Jú, tað kundu verið mangar sólskinssøgur at sagt frá.

Eg hugsi, tað verður ringt hjá Møllehave at finna eitt land, sum hevur fostrað so nógvar miskunnsamar samariubúgvar sum Føroyar, og man hann vita, at Føroyar eru heimsmeistarar í at senda trúboðarar út í onnur lond. Og visti journalisturin, Anna Ellingsgaard, ikki tað, tá ið hon ger hesa samrøðuna. Hevði tað ikki verið viðkomandi at konfrontera mannin við tað?

Fjølmiðlarnir eru óførir at vera á gosi, tá ið onkur gerst føroyameistari í onkrari ítróttargrein, fyri ikki at tala um, um vit vinna ein landsdyst. Men at vit eru heimsmeistarar á hesum økinum, fer bara aftur við borðinum.

Tað eru ómetaliga nógvir føroyingar, sum millum ár og dag hava verið úti í hjálpararbeiði í styttri og longri tíðarskeið. Og úr Føroyum eru í dag umleið 50 trúboðarapør úti í fulltíðartænastu (umframt fleiri einstaklingar), sum lutfalsliga eftir fólkatalinum er tað mesta í heiminum. Flutt yvir á donsk viðurskifti, skuldi tað givið umleið 5000 trúboðarapør, og vóru lutfalsliga líka nógvir amerikanarar, skuldu teir havt sent 280000 pør út. Tó hevur einki land sent so nógvar trúboðarar út sum USA í tali, og koma teir klárt inn sum nr. 2 eftir fólkatalinum (hetta í dag so hataða Amerika!).

Er tað nakað, vit føroyingar kunnu gleðast um og vera stoltir av, so er tað, at tað úr Føroyum eru farnir so nógvir trúboðarar út í fremmand lond.

Papua Nýguinea, Filipsoyggjarnar, Senegal, Tansania, Nigeria, Venezuela, Russland og Tailand ? fyri at nevna nøkur av londunum, har hesir trúboðarar virka ? hesir miskunnsomu samverjarnir, sum neyvan hava stundir til at granska Shakespeare og H.C.Andersen, men eru upptikin av at hella olju og vín í sárini hjá teimum, ið treingja, og boða teimum gleðiboðskapin ? boðskapin um hitt einasta fundamentið, sum heldur, tá ið ódnirnar koma.

Tey, sum hvíla á tí fundamentinum, eru tey einastu, ið av røttum kunnu kallast fundamentalistar!

At ein danskur prestur er fullur av fordómum um føroyskt kirkju- og samkomulív, kunnu vit kanska bera yvir við. Men at føroysk fjølmiðlafólk eru so lítið objektiv, tá ið tey viðgera slík evni, er ræðandi!