Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, luttekur á trygdarráðstevnuni í München. Eisini hava eitt fleiri ríkis- og stjórnarleiðarum hava verið har, eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður. - Mynd: Thomas Kienzle/Ritzau Scanpix

Ikki klárt til ítøkiliga dagfesting fyri ukrainskum limaskapi

ES-limaskapur liggur høgt á ynskilistanum hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskij.

Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, luttekur á trygdarráðstevnuni í München. Eisini hava eitt fleiri ríkis- og stjórnarleiðarum hava verið har, eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður. - Mynd: Thomas Kienzle/Ritzau Scanpix

Men uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, heldur ikki, at limalondini eru til reiðar at geva Ukraina eina ítøkiliga dagfesting fyri, nær krígsrakta landið kann melda seg in.

Tað segði hon í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.

Ukraina søkti um ES-limaskap seinast í februar 2022 - nakrar dagar eftir russisku innrásina. Ukraina hevur síðani status sum umsøkjaraland.

Í januar segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, at ES-limaskapur skal vera partur av trygdarváttanum eftir eina friðaravtalu.

Samstundis hevur Ungarn undir Viktor Orbán, forsætisráðharra, higartil blokerað Ukraina.

/Ritzau/