Ikki komnir á mál enn men gera alt fyri at vera klárir

-Vit fara at seta allar kreftir inn á at fáa tilbúgvingina klára til oljuletitting í ár 2001. Boribyrjanin fer ikki at verða seinkað, men tað kunnu koma broytingar í tí máta, sum tilbúgving verður praktiserað uppá sigur Alex Buvik, sum stendur fyri tilbúgvingini í Oljumálastýrinum. Vit mugu gera okkum greitt, hvussu vit vilja skipa bjargingartænastuna og hvør skal hava høvuðsábyrgdina at taka ímóti eini neyðstøðufráboðan og seta skipanina í verk, um tað verður úr Føroyum ella sum nú úr Íslandi ella Skotlandi

Jan Müller


Nú tað nærkast eini komandi oljuleiting á landgrunninum skulu eisini føroyingar hava fleiri viðurskifti uppá pláss - viðurskifti, sum eru av stórum týdningi fyri bæði føroyskar myndugleikar og oljufeløgini. Eitt av hesum viðurskiftum er ein tilbúgvingarætlan, og hana hevur tað eisini verið arbeitt við nú í eina tíð.

Og eins og í øðrum spurningum í sambandi við tilrættalegging og fyrireiking av komandi oljuleiting, so hevur eisini verður hugt at, hvussu tilbúgving virkar og riggar í okkara grannalondum, har olja leingi hevur verið ein týðandi táttur í samfelagnum.

Nú um dagarnar vórðu umboð fyri føroysku tilbúgvingarverkætlanina á vitjan í Skotlandi, har oljufelagið Texaco setti tey í samband við fólk og pláss, sum hava týdning fyri tilbúgvingina.

Ein av luttakarunum var Alex Buvik, sum starvast hjá Oljumálastýrinum við nettupp tilbúgvingarspurningum. Hann er so eisini formaður í tí partinum av tilbúgvingarbólkinum, sum tekur sær av oljuni.


Myndugleikar og oljufeløg

Alex Buvik sigur, at eitt av endamálunum við túrinum var at síggja, hvussu samstarvið/samskiftið (interaction? er millum oljufeløg og myndugleikar í eini neyðstøðu. Á túrinum fingu teir høvi at tosa við umboð fyri coastguard og fingu eina fatan av, hvussu teir arbeiða saman við eitt oljufeløg í sambandi við bjargingartiltøk. Eisini fingu teir eitt gott innlit í, hvussu politiið samstarvar við oljufeløg og onnur, tá ein bjarging fer fram. Høvi var so eisini at síggja, hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at forða og avmarka oljudálking. Steðgað varð í einum av firðunum at síggja, hvussu man á staðnum hevur bygt upp eina skipan móti oljudálking. Leiðin gekk eisini til Invernes, har ferðalagið fekk at síggja, hvussu ein býur uppá 60.000 íbúgvar er skipaður og fyrireikaður til eina tilbúgvingarstøðu.

Eisini varð kunnað um, hvørji feløg oljuídnaðurin hevur knýtt at sær í sambandi við at fáa bilbukt við oljudálking á havinum. Har hevur framkomin útgerð alstóran týdning.

Til seinast fingu luttakarnir innlit í, hvussu sjúkrahús- og heilsutænastan virkar í Skotlandi í sambandi við eina tilbúgvingarstøðu í oljuvinnuni.


Fingu nógv burturúr

-Eg haldi vit fingu eina rímuliga góða gjøgnumgongd av bretskari tilbúgving sæð í relatión til oljuvirksemi. Allir partar fingu nakað gott burtur úr, og ætlanin er so at gera brúk av royndunum og innlitinum frá túrinum í tí arbeiði, sum tilbúgvingarbólkurin stendur fyri tvs. at fáa felt niður á blað og lagt til rættis ein politikk, sum skal vera grundarlag undir eini tjóðartilbúgving í Føroyum.

Alex Buvik heldur sjálvur, at tað er nógv teir kunnu brúka frá vitjanini, og her eru tær avtalur og kontaktir gjørdar vórðu á túrinum sera týdningarmiklar. Og her er tað ikki minst ta týðandi sambandið, sum skal vera millum Vaktar og Bjargingartænastuna og Costguard.

Uppá fyrispurning hvussu langt er á mál, til vit føroyingar hava ein veruliga landsumfatandi tilbúgvingarskipan at bjóða bæði okkum sjálvum og oljufeløgunum, sum koma her at arbeiða, sigur Alex Buvik, at enn liggur nakað arbeiði eftir at gera. -Enn eru viðurskifti, sum greiða ikki er fingin heilt á. Her m.a. sambandið millum V&B og donsku sjóverjuna. Tað verður arbeitt við hesum.

-Verður tilbúgvingin klár, tá oljufeløg skulu byrja at bora her í 2001?

-Eg vóni vit verða klárir.

Alex Buvik nevnir í hesum sambandi, at tað hevur alt at siga at fáa sjálva ávaringarskipanina í eini neyðstøðu uppá pláss: tvs. hvar skal man fyrst ringja. Í dag er støðan tann, at Ísland ella Skotland hava ábyrgdina av havinum kring Føroyar, tá talan er um maritimar bjargingaroperatiónir.

-Vit mugu fáa avklárað hetta og fáa eina avtalu við lutvíst Ísland og Skotland, soleiðis at vit kunnu hava okkara egnu bjargingartænastu og samspæl við Ísland og Skotland, og her má man so avtala, hvør skal taka ímóti fyrstu boðunum.

Alex Buvik sigur, at tað fer at verða gjørd ein avtala um hetta, men tað er so nakað, sum Kai Mortensen, stjóri fyri vaktartænastuni og hansara landssstýrismaður mugu semjast um, hvussu man skal fyrihalda seg til tað.

-Kann ein manglandi ella ikki fult út nøktandi ella útbygd tilbúgvingarskipan gera, at fyrsta oljuboringin verður ikki fyrr enn í ár 2002?

-Vit ynskja og fara at seta allar kreftir inn á at fáa alt hetta klárt. Boribyrjanin fer ikki at verða seinkað, men tað kann skapa broytingar í tí máta, sum tilbúgving verður praktiserað uppá.

Alex Buvik sigur, at vit mugu gera okkum greitt, hvussu vit vilja skipa hesa bjargingartænastuna. Skal hon vera undir einum maritimum bjargingar- og samskipanarsentri í Havn, sum hevur fingið álagt ábyrgd at standa fyri operatiónum á landgrunninum ella skulu tað vera Skotland ella Ísland, ið fáa eini neyðboð fyrst og harvið hava høvuðsábyrgdina. Hetta er nakað, sum greiða má fáast á.

Alex Buvik ber sostatt ikki ótta fyri, at alt ikki skal vera klárt til oljuleitingina, men hann ásannar tó, at vit enn ikki eru komin á mál. -Eg vóni vit klára tað.

Tey, ið vóru við á túrinum í Skotlandi, vóru Regin Jespersen frá løgregluni, Hjørdis Gaard frá Vinnumálastýrinum, sum eisini er samskipari í tilbúgvingarbólkinum, Hákun Steingrímson frá Vinnumálastýrinum, Jóhannes Johannesen frá sjúkrabilatænastuni, Djóni Weihe frá V&B og Alex Buvik frá Oljumálastýrinum.