Omanlop
Tá ið manning hjá SEV nú ein dagin gekk eftir linjuni ímillum Sandvík og Hvalba í sambandi við árliga eftirlitið av linjuni, ógvaðust teir við.
Uppi í einum hamara heilt uppi undir eggini niðan av tunnilsvegnum í Sandvík, sóu teir, at ein risaklettur var loysnaður úr hamaranum.
Men til alla lukku fór hann ikki á bólt, tí hann hetta var beit við ein pela hjá SEV og kletturin endaði í spenninum á pelanum.
Og spennið helt, so har varð kletturin liggjandi.
Mathias Lassen, kaðal- og linjumeistari hjá SEV í Suðuroy, sigur, at til alla lukku var júst hetta spennið fest beinleiðis í helluna. harafturat var talan um eitt heilt nýtt spenni, annars heldur hann ikki, at tað hevði hildið fyri steininum
Sjálvur metir hann, at steinurin vigar eini fýra tons.
Varð hann ikki skriðin í pelaspenni, ivast hann ikki í, at hann var farin á bólt. Har er ógvuliga bratt so tá tá kundi hann farið heilt oman á slætt og tað er niðri á stóra sandinum í Sandvík.
Akkurát, hvønn veg, hann hevði farið, veldst so um, hvussu hallið lendinum, er, men vandi er fyri, at hann kundi skrætt alla linjuna hjá SEV við sær.
Men størsti vandi hevði sjálvandi verið, tá ið hann kom oman á vegin, tí var nakar fyri tá, høvdu tey ikki borið boð í bý.
Fríggjadagin sprongdu fólk frá Landsverki steinin í túsund petti, so nú er hasin vandin avhasaður.