Ikki meira enn akkurát

Gøtumenn sendu nervarnar hjá havnarfeløgunum í topp, tá sigurin á HB viðførdi, at annar av grannunum kundi rúka, men í seinasta enda kundi tað alt verða tað sama

løgmanssteypið

Tað varð alla tíðina sagt, at bólkur trý í steypakappingini var hin sterkasti. Við GÍ, HB og B36 í sama bólki, var leikluturin hjá Skála mettur at vera útspældur, longu áðrenn kappingin byrjaði, og tað var nú heldur ikki stórvegis, sum Skála fekk gjørt, til tess at forða hesi útsøgnini. Heldur ikki hóast teir í dystinum móti B36 í Havn vóru heilt nær javnleikinum.

Tað vórðu gøtumenn, sum endaðu ovast í bólkinum, og harvið vunnu sær rætt til heimavøll í fjórðingsfinaluni. Hetta tryggjaðu teir sær sum longu skírishósdag, tá teir rættiliga óvæntað vunnu 1-0 á HB í Gundadali. Ikki minst var hetta óvæntað, tí GÍ vikuskiftið undan hesum hevði fingið av at vita frá B36.
Og leingi var líkt til, at teir í HB ætlaðu sær at gera tað sama við GÍ. Gjøgnum stórt sæð allan dystin, og serliga í fyrra hálvleiki løgdu teir eitt støðugt trýst oman móti GÍ-málinum, men hóast leikliga yvirvág, so var tað so sum so við málmøguleikunum. Og fáa ferðirnar at boð vóru eftir GÍ-málverjanum, var hann ósvikaliga tryggur.
Móti dystarenda kom tó nakað av lívi í. Fyrst sendi Birgir Sondum Áslak Petersen av vøllinum, tá hesin fekk næsta gula kortið, og seinni komu eisini málmøguleikarnir. Tann størsta hevði HB ivaleyst, tá Páll M. Joensen varð spældur blankur mitt fyri. Snildisliga sendi hann bóltin væl út um armarnar hjá pólendinginum í GÍ-málinum, men bólturin brast á stólpan og aftur til málverjan. Og so kundi GÍ sláa aftur.
Beinan vegin eftir hetta eydnaðist nevnliga Jónreid Dalheim at skora eftir eitt fyrimyndarligt álop. Jónreid byrjaði hetta sjálvur, tá hann dróg framvið verjuleikara, og Krzystof Popczynski sýndi framúr hegni við bóltinum, tá hann setti bæði Jan Dam og Bárð Johannesen av, áðrenn hann legði út frá aftur til málskjúttan.
Um sama mundi ognaði B36 sær trý stig á Skála, tó at teir fingu ein lítlan skelk longu eftir fyrsta hálva minuttinum, tá Petur Svávarsson langaði bóltin í málið.
Tað var tó skjótt, at B36 kom seg, og við málum frá Jákup á Borg og Julian Johnsson undan steðginum, fingu teir tamarhald á støðuni. Leingi var tó bert hetta eina málið á muni, men tá Julian so slerdi sigurin fastan við enn einum máli, mundu tey flestu halda, at nú var leyst og liðugt.

Tað hevur nevnliga vanliga verið so, at níggju stig hava verið nóg mikið at koma víðari úr bólkaspælinum við, og tí mundu hvørki tey í HB ella B36 hugsa stórvegis um víðari luttøkuna, tá hósdagurin var runnin.
Men við gjøllari roknistykkjum gjørdist skjótt greitt, at hetta so langt ífrá var víst. Tí gjørdist tað allar helst soleiðis, at dysturin millum havnarfeløgini mánadagin skuldi verða eitt slag av útskiljing, har taparin mátti taka til takkar við farvæl og takk, og tað var so ikki nakað, sum vildi hóva nøkrum av feløgunum.
Óttin í feløgunum tóktist eisini hava flutt seg út til leikararnar á vøllinum, tá dysturin varð leiktur mánadagin. Fyrstu løtuna vóru tað serliga teir í árstalsfelagnum, sum vóru um ein háls, og var tað ikki fyri ein væl upplagdan Trónd Vatnhamar í málinum, kundi HB væl og virðiliga hava lagt seg á odda fyrsta hálva tíman. Men ístaðin varð tað B36, sum fekk fyrsta málið.
HB hevði longu fingið eina ávaring, tá John Petersen í púra fríari støðu sendi við síðuna av málinum, men løtu seinni var tað álvara. Bárður Johannesen framdi stórbjarging, tá innlegg úr vinstru varð stútað móti málinum, men hann fekk bara beint bóltin yvir til Jákup á Borg, sum tætt undir málinum fekk skumpað bóltin inn um liggjandi verjuleikara.
Ein løtu í seinna hálvleiki var HB ávegis úr steypakappingini, og grannarnir høvdu eisini møguleika at undirstrika hetta, tá John Petersen skammiliga misnýtti møguleika, eftir at Jákup á Borg hevði snýtt bæði Jan Dam og Bárð Johannesen. Og so kundi Andrew av Fløtum ístaðin senda B36-áskoðararnar á pínubeinkin, tá hann sera hegnisliga undir hørðum trýsti hálvfluktaði eitt langt innkast inn við nærmara stólpa.
HB hevði enntá møguleikan at senda B36 heilt í kjallaran, tá teir í seinastu minuttunum sendu á tvørtræið, men tá var úrslitið úr Vági longu greitt, har EB/Streymur í evstu løtu hevði javnað, og soleiðis sendi Svartaper til VB.
Hóast víðari luttøku hjá báðum havanrfeløgunum, so man tað tó kennast herskin biti, at hvørgin teirra fær heimavøll í fjórðingsfinaluni.
Tað fáa gøtumenn nevnliga, eftir at teir staðfestu oddasessin við tryggum heimasigri ímóti Skála. Longu í fyrra hálvleiki hevði leikandi venjarin hjá GÍ, Krzystof Popczynski, mest sum avgjørt dystin við tveimum málum, og tá so Agnar Højgaard nakað seinni var óheppin at gera sjálvmál, var eingin vegur aftur hjá Skála.
Iulian Florescu minkaði um munin í seinna hálvleiki við góðum langskoti, men tað munaði lítið í samlaða roknskapinum, og so kundi Bartal Eliasen sláa sigurin fastan.
Sum sagt, so staðfestu gøtumenn við sigrinum fyrsta plássið í bólkinum, og mett eftir mótstøðuni í bólkinum, so má hetta í øllum førum takast sum eitt tekin um, at gøtumenn aftur í ár eru eitt lið, sum roknast skal við, tá heiðursmerki og europeiskir sessir verða býtt út seinni í ár.

Bólkur 3 í tølum
HB-GÍ 0-1 (0-0)
0-1: Jónreid Dalheim

Skála-B36 1-3 (1-2)
1-0: Petur Svávarsson
1-1: Jákup á Borg
1-2: Julian Johnsson
1-3: Julian Johnsson

B36-HB 1-1 (1-0)
1-0: Jákup á Borg
1-1: Andrew av Fløtum

GÍ-Skála 4-1 (3-0)
1-0: Krzystof Popczynski
2-0: Krzystof Popczynski
3-0: sjálvmál
3-1: Julian Florescu
4-1: Bartal Eliasen