Nú veturin stendur fyri durum av álvara, hava heilsumyndugleikarnir staðiliga mælt fólki til at lata seg koppseta fyri influensu. Serliga verður mælt til at fólk yvir 65 ár lata seg koppseta fyri influensu – og hjá teimum er tað eisini ókeypis at verða koppsett. Tað er eisini ókeypis hjá yngri fólki í ymsum vandabólkum.
Myndugleikarnir siga, at hesi bæði seinastu árini hava mestsum verið influensafrí, tí vit hava skíggja koronu, men tað hevur eisini havt ta ávirkan, at influensa hevur ikki gingið heldur, sum hon plagdi hvønn vetur.
Tí er er mótstøðuførið viknað og tað merkir, at hjá nógvum er væntandi, at influensan fer at taka munandi fastari enn vanligt. Og serliga stúra myndugleikarnir fyri at fólk skulu fáa bæði koronu og influensu ísenn.
Tískil verður esini mælt til, at fólk verða koppsett fyri koronu einaferð afturat fyri at styrkja mótstøðuførið. Men sum vit skrivaðu í áðni, gongur meiri enn strilti at fáa fólk at koppseta seg fyri koronu. Les heisini: Koppseting: Vit lurta ikki eftir myndugleikunum
Tað stendur lítið frægari til við tilmælinum um at fólk skulu koppseta seg fyri influensu. Tilsamans eru eini 9.600 fólk yvir 65 ár, men nýggjastu tølini frá Heilsutrygd siga, at tað eru bara sløk 5.000 fólk, sum eru koppsettfyri influensu. Sostatt eru væl minni helvtin av teimum yvir 65 ár koppsett fyri influensu, tí nøkur av teimum koppsettu eru undir 65 ár. Harumframt eru tað eisini eitt stórt tal av heilsustarvsfólki, sum eru koppsett fyri influensu. Á Heilsutrygd siga tey, at tað er hesa tíðina, at tey flestu verða koppsett, so í roynd og veru vænta tey ikki at tað verða so nógv fleiri afturat, sum lata seg koppseta.
Heilsumyndugleikarnir mæla eisini til, at børn ímillum tvey og seks ár, verða koppsett fyri influensu. Tað er tí, at tað eru børnini, sum eru teir stóru smittuberararnir. Tey verða ikki koppsett við sproytu, men við nasaspray.
Men í hesum aldursbólkinum gongur heilt galið, tí Heilsutrygd sigur, at iki eitt tað einasta barn er koppsett. Í fjør vóru nøkur heilt fá børn koppsett.