Koppseting: Vit lurta ikki eftir myndugleikunum

Tað gongur meiri strilti at koppseta føroyingar fyri koronu

Nú veturin stundar til, hava føroysku heilsumyndugleikarnir staðiliga mælt til, at fólk lata seg koppseta fyri koronu. Men tað gongur ógvuliga strilti at fáa fólk at lurta.

 

Serliga mæla myndugleikarnir til at øll yvir 50 ár at verða koppsett fyri koronu einaferð afturat fyri at styrkja mótstøðuførið.  Nógv eru longu koppsett tríggjar ferðir, men nú verður mælt til, at tey eldru verða koppsett fyri fjórðu ferð fyri at styrkja mótstøðuførið.

 

Umframt at bjóða fólki yvir 50 at lata seg koppseta fyri fjórðu ferð fyri at styrkja mótstøðuførið verður eisini mælt til, at øll onnur, sum ikki longu eru koppsett tríggjar ferðir, um at lata seg koppseta.

 

Endamálið við koppsetingini er ikki longur at basa koronu sum so, men endamálið er at byrgja fyri, at fólk verða illa sjúk, ella doyggja, av koronu.

 

Tá ið serligur dentur verður lagdur á at bjóða teimum yvir 50 ár, at verða koppsett, er tað tí at korona rakar eldri fólk nógv harðari enn børn og yngri fólk.

 

Tað eru eini 19.400 fólk yvir 50 ár og Heilsumálaráðið sigur, at endamálið er at 70 prosent av teimum skulu taka av tilboðnum um at lata seg koppseta. Tað merkir, at endamálið er, at eini 13.600 fólk, skulu lata seg koppseta.

 

Men nú tey hava koppsett í tríggjar mánaðir, kann staðfestast, at undirtøkan er ógvuliga avmarkað, tí higartil eru tað ikki meiri enn 6.562 fólk tilsamans, sum eru koppsett fyri koronu í hesum umfari.

 

Og hóast tað serliga verður mælt til, at tey yvir 50 ár verða koppsett, og tey eru 19.400 í tali tilsamans, eru tað bara 6.623 fólk í hesum aldursbólki, sum eru koppsett.

 

Men tað merkir samstundis, at nógv tey flestu, sum eru koppsett, eru fólk yvir 50 og tølini vísa eisini, at tey, sum lata seg koppseta, eru yvirhøvur fólk, sum hava fylgt koppsetingarætlanini til fulnar. Hetta eru sostatt fólk, sum tískil longu eru koppsett tríggjar ferðir og sum nú hava fingið sær ta fjórðu sproytuna.

 

Og sum talvan niðan fyri vísir, eru tey, sum eru undir 50, at kalla givin við at lata seg koppseta, tí tað eru bara nøkur hundrað fólk undir 50, sum eru koppsett.

 

##med2##