FSF-semja
Sterki maðurin í FSF í løtuni eitur Dánjal Andreasen.
Faxið, sum mikudagin seinnapartin varð sent føroysku fjølmiðlunum, staðfestir meira ella minni, at tað eisini verður leirvíkingurin, sum fer at standa við stýrisvølin hjá FSF tey bæði næstu árini, og tá vit hósdagin fingu orðið á Dánjal, tóktist hann so heldur ikki hava nakað ímóti, at stríðið er av á hesum sinni.
Spurdur, hvørt ósemjan, sum hesar seinastu vikurnar hevur verið so sjónlig, nú er loyst, sigur formaðurin, at tað er hon so fyri ein part.
- Í øllum førum er tað væl saktans so, at ósemjan um formansevnið er burtur, sigur hann.
- Og so vóni eg, at vit nú eisini fáa beint aðrar ósemjur, sum hava verið. Tað hevur so ikki verið nøkur loyna, at nevndin hevur gingið í tvíningum í formansmálinum, men gjøgnumgangandi haldi eg tó ikki, at tað hevur verið so galið.
Ikki í miðlarnar
Spurdur beinleiðis um orðini hjá Christiani Andreasen, um at hann hevði fingið greitt at vita, at formaðurin ikki stillaði uppaftur, vil FSF-formaðurin sum so ikki kennast við hetta.
- Tað, sum tað í sínari tíð snúi seg um, var at eg byrjaði í nýggjum starvi hjá Skipasmiðjuni. Eg segði tá ? bæði fyri arbeiðsgevara og FSF ? at eg ikki vildi hava, at formanssessurin skuldi ganga út yvir arbeiðið hjá mær, og at eg tí ivaðist í, um at eg fór at halda fram innan FSF.
- Nú havi eg so roynt hetta í nakrar mánaðir, og havi so funnið útav, at tað væl ber til at sameina tingini. Og tí havi eg gjørt av taka eitt tørn afturat.
Men Christian Andreasen sipar eisini til eitt skriv, har hann sigur nevndina hava greitt gjølla frá, hvat teir hava verið ónøgdir um?
- Tað má so standa fyri hansara rokning. Eg havi alla tíðina sagt, at eg fari ikki út í bløðini at viðgera hetta. Tað má vera nakað, sum limafeløgini gera av, og tað hava tey so møguleika til á aðalfundinum.