Fótbóltur
Pauli G.Hansen sat á Skála beinkinum fyrra umfarið í Vági. At siga at hann var avsettur er at taka ov rívan til.
- Eg havi ligið sjúkur, og eftir langan skaðasteðg er formurin ikki hundrað prosent. Eftir sigurin í Gøtu var eingin orsøk at broyta liðið. Eg kom á vøllin eftir steðgin, tí Pætur Dam Jacobsen, sum hevði spælt framúr væl, ikki kendi seg so væl, greiðir Pauli frá.
Er tað venjaraskiftið, sum er orsøkin til, at tað nú gongur so væl?
- Vit hava vunnið tvær ferðir. John var ikki komin til landið, tá ið vit vunnu í Gøtu. John hevur høga stjørnu á Skála, og tað hevur heilt víst týdning, at øll kenna hann, og at hann kennir øll. Hann dugir eisini sera væl at fara við fólkinum. Men tað hevur eisini týdning fyri avrikini, at vit nú hava so at siga alt fólkið tókt. Málverjin er farin heim í feriu, eftir at hann hevur verið sjúkur, men Hans Jørgensen hevur klárað uppgávuna fínt. Nú er tað bara Tony Rasmussen, sum ikki er komin fyri seg. Serliga í lítlum felag hevur tað stóran týdning, at fólkið er tókt, heldur Pauli G. Hansen.
Nú eru tveir heimadystir á skránni. Mikukvøldið fer B71 at vitja á Skála, og sunnudagin fara klaksvíkingar út á Skála:
- Vit taka ein dyst í senn. Gongdin higartil hjá okkum vísir, hvussu skjótt tað kann venda. Tað ræður um at hava fokus á einari uppgávu, heldur Skála liðformaðurin.