Tign merkir sómi, tignarlæti, virðileiki og manslæti. ?Værdighed? á donskum. Á donskum tosa tey um at ?holde værdigheden? ? tað verður sambært orðabókini týtt til ?at taka seg væl út?, at ?vilja hava, at fólk hava virðing fyri sær?! Tign kann eisini merkja ?høgt starv?, ?høg støða?, ella ?mæti, tad at vera millum tey fremstu í samfelagnum?, ella ?at hava hægstu støðu í samfelagnum!?
Fara vit nakrar mánaðir aftur í tíðina, so varð nógv tosað um Løgtingsins tign! Vit skuldu hava nytt løgtingshús, tí pláss ikki var fyri allari tignini í tí gamla! Og sambært tingformanninum var so avgjørt ikki pláss fyri fullveldinum í gamla og vakra ? haldi eg - tinghúsinum. Vit skuldu hava nýtt glashús, har góð rúmd var fyri at útstilla tignina fyri altjóða samfelagnum, vit nú skuldu teljast sum sjálvstøðug eind av. Men glashúsið var ein treyt fyri tignini.
Hvussu hevur so gingist vid tignini síðan? Hyggja vit at atburðinum hjá teimum fólkavaldu, so rýma teir úr tinginum ? av arbeiðsplássinum ? tá teir eru ósamdir, hóast settir í starv til júst at samskifta! Og nú ganga teir so fullir eisini! Í arbeidstíð eisini, skilst.
Tjódveldisflokkurin tók hetta til eftirtektar beinanvegin ? og tók sær kanska av góðum grundum eisini ábreiðslurnar nær. Og tað skulu vit hava alla virðing fyri, at flokkurin alment viðurkennir, at trupulleikin er millum politikkarar ? at spurningurin er tikin upp í flokkinum, og avgjørt er, hvussu trupuleikarnir skulu handfarast ? og at neyðug stig eru longu tikin av persónum, sum sjálvir meta seg hava trupulleikarnar.
Tað er eitt stórt stig at taka ? ein stórur kamelur at svølgja, sum politikararnir plaga at taka til ? og tað er eisini at hava stórstu virðing fyri, at flokkurin alment kunngerð ein internan rúsdrekkapolitikk, har bæði viðgerðin og avleiðingin annars verður staðfest. Viðgerðin er, at flokkurin stuðlar teimum, sum hava trupulleikarnar til at leita sær professionella hjálp og ráðgeving, og avleiðingin er ? um trupulleikin ikki verður loystur ? at tað fær avleiðingar fyri politiska ábyrgdarstarvið! Hetta seinasta er sjálvsagt serliga avgerandi fyri tignina í framtíðini.
Hesum eiga allir flokkar á tingi eiga at taka undir vid, hóast Javnaðarflokkurin kendist nakað lunkaður í síni vidmerking, meðan hinir søgdu seg ikki kenna trupulleikan innanflokka. Men so er eftir hjá okkum at síggja, at hesi, ið vilja vera so tignarlig, læra nakað av hesum.
Í hesum føri má tað fyrsta verða, at tað verður viðurkent, at tad ikki ber til at skjóta seg undir ? sum tað stendur í kunningini frá Tjóðveldisflokkinum ovast, at ?hesin spurningur er ikki nýggjur, men hevur altíð verið kendur í føroyskum politikki ? í helst øllum flokkum!? Ein flokkur verður jú ikki betur av at hinir eru líka ringir. Og at fleiri tingmenn og landsstyrismenn gjøgnum tíðina hava drukkið seg í hel, er jú eingin umbering fyri at menn í dag gera tad sama!
Skal ein hava makt, so skal ein eisini hava akt. Ein má gera seg verdugan til tign! Tað tydningarmesta fyri okkum, sum skulu gjalda fyri hetta sirkusið, er tí, at hesir somu gevast við at tosa um kostnaðarmiklar tignarligar karmar um teirra virksemi. Tí sum er hevur hetta virksemið ikki uppiborið nakrar tignarligar karmar yvirhøvur.