Ikki so fjart í Føroyum

Í Føroyum er ?úti? ikki so langt burtur, sigur hálvi føroyingurin, Niels Præstholm, sum hevur smíðað einasta bílagda verkið á Jazzfestivalinum í ár

Tað er ikki á hvørjum ári, at Tórshavnar Jazz, Fólka- og Bluesfestivalur borðreiðir við einum nýggjum, bíløgdum verki, men hesaferð er høvi til at fara á festival og samstundis vera hjástaddur til eina frumframførslu, sum næstan er vorðið gerandiskostur í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Hetta verður gjørt, tí festivalurin ynskir at vera við til at skapa og vera karmur um nýggjan tónleik, og hava fyrireikararnir heitt á basspælaran og tónasmiðin, Niels Præstholm, um at skriva eitt verk. Úrslitið kallast ?Út, út, út?, sum bólkur hansara, Embla, skal framføra á palli í Norðurlandahúsinum næsta hósdag.


Hálvur fuglfirðingur í Caribia

Niels Præstholm, ið er sonur Ingibjørg Reynberg úr Fuglafirði, er føddur í Århus í 1958, men búði eitt stutt skifti sum smádrongur í Føroyum. 20 ára gamal gjørdist hann yrkisjazztónleikari, og árið eftir byrjaði Niels á Vesturjútskum Tónleikakonservatorium við kontrabassi sum høvuðsgrein.

Eftir at hava ferðast víða í konsertørindum í t.d. Svøríki, Russlandi, Caribia og Føroyum, fór hann í 1988 undir ein rútmiska tónlistaútbúgving, samstundis sum hann granskaði sítt ljóðføri hjá tí navnframa Niels-Henning Ørsted Pedersen. Umframt hesum heimskenda bassleikara - ið summi vilja vera við er ?tann mætasti?, og sum ofta bert verður nevndur við styttingini NHØP - hevur Niels Præstholm eisini staðið á palli við nøvnum sum Jesper Thilo, Teddy Wilson, Bob Rockwell, Heðin Meitil og Kristian Blak, so ikki kann sigast, at tað føroyska tónleikaumhvørvið er púra ókent fyri heimsjazzaranum, Niels Præstholm, við rótum í Fuglafirði.


Nýggj fløga

Í 1986 varð bólkurin, Embla, stovnaður og hevur virkað síðani við skiftandi manningum, men í fjør - tá hann hevði 10 ár á baki - varð hendan jazzkvintettin víðkað munandi við eini strúkikvartett. Embla Nordic Project, sum samansetingin nú kallaðist, fekk nýtt tilfar á skránna, sum Niels Præstholm skrivaði, og fekk góð ummæli.

Bólkurin hevur verið sera virkin ferðast nógv í ár , m.a. gjørdi Embla N. P. eina konsertferð í Norðurlondum í september, og væntandi verður fyrsta fløgan liðug í hesum mánaðinum.


Úti er gott

Men áðrenn henda útgávan fer á marknaðin, skal nýskrivaða verkið ?Út, út, út?, av bakkastokki um eina viku. Sjálvur sigur tónasmiðurin, at ?út? merkir spenningur og dirvi til at fara, gleðin við at vera úti og frøin um koma heimaftur. Úti er vandamikið, men eisini vakurt. Tað er tølandi, sigur Niels Præstholm og heldur hesar hugleiðingar vera íblásturin, ið ger tað møguligt hjá honum at lata Føroyum eitt verk, sum lýsir bergtøkuna, ið landið, fólkið, føroyska tónleikamentanin og náttúran geva honum, og leggur afturat, at í Føroyum er ?úti? ikki so fjart. Uppi í fjøllunum og niðri við sjóvarmálan finna vit út, og tað er hugtakandi, samstundis sum tað gevur virðing, kærleika og ger teg sterkan.