Ikki spyrja sakkunnleikan

Rolf Guttesen
rolfg@setur.fo
---------
Fyrireikingarnar av nýggja atlassinum, sum Skúlabókagrunnurin stendur fyri, ganga sína gongd. Nú bendir alt á, at vit fáa eitt nýtt atlas við teim somu løgnu landanøvnunum, sum í tí gamla Heimsatlassinum frá 1993.

Fundur hevur verið í Skúlabókagrunninum, sum hevði innkallað Staðanavnanevndina og Málnevndina. Her forkláraðu Magnus Tausen, Birgir Kruse og Niels Petersen hvat verkætlanin hjá teimum gekk út uppá, og at landanøvn og onnur staðanøvn í nýggja atlassinum fóru at føra stílin víðari frá gamla atlassinum.

Skúlabókagrunnurin hægsti autoritetur í staðanøvnum?
Menninir í Skúlabókagrunninum spurdu hvørki um ráð ella rættleiðing, tí nú høvdu teir eitt skjal frá bretska Collins forlagnum í hondini, og tað passaði sum fótur í hosu til at rættvísgera, at alt í gamla atlassinum var rætt og í ordan.
Grunnamennirnir undirstrikaðu ferð eftir ferð, at Staðanavnanevndin sambært reglugerðini bert var ráðgevandi, tá spurdist um útlendsk nøvn. Tí kundu ráðini frá Collins vera líka góð sum tey frá Staðanavnanevndini. Annars hevur Skúlabókagrunnurin fyrr púra avvíst, at nakrar leiðreglur kundu brúkast.

Føroya Skúlabókagrunnur leitar sær stuðul í útlondum
Hetta er Føroya Skúlabókagrunnur, fíggjaður av føroyskum skattgjaldarum, sum leitar sær uttanlands fyri at finna okkurt, sum kann hjálpa teimum at sleppa undan at spyrja føroysku Staðanavnanevndina og annan føroyskan serkunnleika á tí geografiska økinum.
Aftaná hendan umtalaða fundin, sum var í februar, hevur Staðanavnanevndin í brævi til Skúlabókagrunnin spurt, um teir halda fast um hesa avgerð viðvíkjandi landanøvnum og øðrum, at halda fram sum í gamla atlassinum. Nú eru meira enn tveir mánaðir gingnir, og Skúlabókagrunnurin hevur ikki ønt teimum svar.

Hetta er ein løgin konstruktión
Bretska forlagið Collins fylgir ráðum og leiðbeiningum frá bretsku staðanavnanevndini, PCGN, Permanent Commitee on Geographical names. Hendan nevnd, PCGN, er limur í altjóðasamtakinum undir ST, sum kallast UNGEGN, United Nations Group of Experts on Geographical Names. Bretland hevur, sum gamalt heims- og koloniveldi, eina aldargamla traditión fyri kort- og atlasgerð, og fyri at stroya síni egnu staðanøvn út um allan heim.
So tað kann sigast, at bretar hava nógv konventionel nøvn í útlondum, nógv nøvn (exonymir) av bretskum uppruna, sum hava hevd, bæði í Afrika, Asia og aðrastaðir við. Í so máta eru Føroyar helst at finna í mótsetta endanum av hesum stiga.

Føroyska Staðanavnanevndin er limur í ST-stovninumUNGEGN
Føroyska Staðanavnanevndin, sum fór til verka í fjør, er nú boðin vælkomin sum limur í UNGEGN, og tekur lut í arbeiðinum í norðurlandadeildini. Men heldur enn at spyrja føroysku Staðanavnanevndina (limur í UNGEGN), so fer Skúlabókagrunnurin at biðja um ráð frá forlagnum Collins, sum spyr bretska PGCN, sum spyr UNGEGN.

Lata vera við at spyrja
Skúlabókagrunnurin sigur, at hetta er í fínasta lagi, tí Staðanavnanevndin bert er ’ráðgevandi’ tá støða skal takast í spurningum úm útlendsk nøvn. Hetta er so spurningurin: eru teir í hesum føri bert ráðgevandi?
Um so var (bert ráðgevandi), so var Staðanavnanevndin hóast alt hægsti ráðgevandi stovnur í hesum landi á hesum øki. Nevndin er einasta føroyska nevnd við autoriteti á einum serligum fakøki.
Men í reglugerðini stendur (§ 4, stk 2): ”Nevndin kann somuleiðis verða biðin um at taka støðu til, hvussu útlendsk støð skulu nevnast í almennum føroyskum høpi, eitt nú í lærubókum ella fjølmiðlum”.
Hetta problem klárar Skúlabókagrunnurin flott; teir lata vera við at spyrja. Staðanavnanevndin verður bara ikki biðin um at taka støðu til nakað. So er sloppið, og løgnu landanøvnini kunnu gevast út í nýggjum hami.

Gamla málnevndin var inkompetent (hevði ikki førleika)
Og eg standi framvegis við at eg meini, at tað arbeiði, sum gamla málnevndin gjørdi í 1990-93 viðvíkjandi gamla Heimsatlassinum, hevði álvarslig lýtir. Har var eingin fakligur serkunnleiki. Fundarfrágreiðingar vísa klárt og greitt, at eingin principiel, faklig viðgerð fór fram í Málnevndini.
Teir løgnu stavimátar, sum Skúlabókagrunnurin uppfann í 1993, Kili, Simbabvi ella Kuveit, eru ikki konventionell ella hevdvunnin landanøvn, men bert ein annar, løgin stavimáti, sum ikki vil kennast við nakrar fáar av teimum latínsku bókstavunum c, q, w, x og z. Allir hinir bókstavirnir í ”føroyska” alfabetinum eru góðir latínskir bókstavir, og summir variantar hava fingið eina striku sum frámerki.
Haraftrat er í gamla atlassinum uppfunnin ein nýggj regla: at landanøvn ikki mugu enda við – e, tí einki føroyskt orð endar við – e. Tí Kili og Simbabvi, sjált um hesi nøvn als ikki eru føroysk ella av føroyskum uppruna.
Hesi londini skriva sjálv síni nøvn Chile og Zimbabwe, við latínska alfabetinum, og soleiðis eigur tað at vera. Og soleiðis var eisini vanligt at skriva í føroyskum bløðum og bókum áðrenn 1993-Heimsatlassið fann uppá nakað annað.

”Føroyskt mál hevur rætt at vera reint”
Síðan eg skrivaði um atlas-málið seinast, hevur ein long samrøða verið við Svenning Tausen í Dimmu. Hann var ”týðari” av gamla atlassinum. Hetta mátti verið besta høvið at víst øllum ákærum aftur um manglandi fakliga førleika.
Tann 6. mars í ár var greinin, ið nevnist ”Føroyskt mál hevur rætt at vera reint,” at lesa í Dimmu. Innihaldið í yvirskrivtini skal ikki viðgerast her. Men vit fáa at vita, at Svenning brúkti Heimskringu hjá Snorra Sturluson (skrivað í 1200’talinum) sum keldu. Og at Janus Djurhuus hevði í eini yrking brúkt formin Burgundarhólm um Bornholm, sum oyggin eitur í dag. Tí er hetta reint føroyskt.
Haraftrat hevur Sigurd Joensen á einum fundi í Málnevndini argumenterað á serligan hátt um Liechtenstein ella Liktinstein. Hann bannaði, og segði ”Hvat helviti annað skal tað vera enn við ’i’”. Hetta er av sonnum eitt tungt vigandi og principielt argument fyri ikki at skriva tann almennt viðurkenda formin Liechtenstein.
Eingin hevði hoyrt um Liktinstein, fyrr enn Heimsatlassið kom út. Ikki eitt menniskjað hevði nakrantíð stavað tað soleiðis. Heldur eingin íslendingur vil kennast við slíkan vanskapning. Hvørki hjá Sturluson, Djurhuus ella Joensen er nakað, sum tekur støði í nútíðar føroyskum ella fakligum princippum.

Fakkunnleikin útihýstur
Nú situr so ein biologur og umsetir tann geografiska tekstin í eingilska Collins-atlassinum. Um hesin man heva nakran geografiskan fakligan kunnleika, veit eg ikki. Í Føroyum eru umleið 15 fólk við hægri útbúgvin í fakinum geografi, sum undirvísa, granska ella skriva. Løgið er, at eingin av hesum er biðin gera hetta arbeiði.
Tað sær so út, at Skúlabókagrunnurin vil ikki vita av fakkunnleika. Hvørki frá Staðanavnanevnd ella føroyskum geografum. Hann ger alt fyri at snúgva sær undan hesum, fyri at sleppa at endurtaka vanskapningarnar í gamla Heimsatlassinum.