-Ikki tungt at lyfta løgmans­steypið

Fyri triðju ferð, seinastu fýra árini, kundi liðformaðurin hjá sundalagsmonnum, Egil á Bø, lyfta løgmanssteypið upp í loft, eftir at hava vunnið steypafinaluna.
-Tað kennist fantastiskt at lyfta steypið, og tann kenslan gerst ikki minni av tí, at talan er um triðju ferð, sigur liðformaðurin hjá sundalagsmonnum, Egil á Bø, og leggur skentandi aftur­at, - at tað ikki er blivið tyngri við árunum at lyfta løg­mans­steypið.
-Karmarnir runt um steypa­finaluna vóru sera góðar og saman við ein­ari stórari og lívligari áskoðara­fjøld, vóru karmarnir til steypa­finaluna í topp. segði ein fegin Egil á Bø.
-Sjálvandi hevði eg nervar undan dystinum, men tað er bliv­ið lættari við árunum at hava stýr á nervunum, og brúka tað til nakað jaligt.
Spurdur um dystar­gongd­ina, sigur Egil at talan var um ein javnan og rótutan dyst, har tað sást at nógv stóð uppá spæl hjá báðum lið­unum. Av tí sama gjørdist tað trupult hjá báðum lið­unum at fáa skil uppá spæl­ið. Somuleiðis metti Egil at teir høvdu rímiliga gott tak á fuglfirðingum allan dystin.