Konur eru kvikar, dugnaligar og góð arbeiðsmegi. Tær geva køllum einki eftir. Kortini eru menninir í stórum meiriluta teirra, sum hava vald í stjórnarmálum og fyritøkum, sum eiga og ráða yvir pengum og sita í nevndum og ráðum. Kvinnurnar bæði vilja og eiga eisini at fáa fótin fastan hesum økjum, tí ikki ber til at tosa um veruligt fólkaræði í nøkrum samfelag, uttan at bæði kynini eru javnsett á hesum økjum.
Ber tað til at tosa um veruligt fólkaræði, tá ið kvinnur eru minkandi lutfall av teimum, sum stjórna fyritøkum og kapitali og sita í nevndum og ráðum? Ber tað til at tosa um veruligt fólkaræði, har sum kvinnur fækka á tingi, og tá at tær eru langt frá at vera helvt av valevnum, soleiðis sum tað var á seinastu tingvalum bæði á Íslandi og í Føroyum?
Menn eru ikki eins og kvinnur. Teir hava annan roynsluheim og síggja viðurskiftini við øðrum eygum enn kvinnur. Í ymisku royndum kynjanna eru goymd virði, sum samfelagið eigur at nýta. Saman eru kynini sterk. Har sum einans sjónarmið hjá monnum telur, verður sjónin einoygd. Fullkomið sýni fæst, tá ið bæði eyguni virka saman – tá ið sjónarmiðini hjá báðum kynum koma fram.
Fyrsta konan, sum varð vald í Altingið, Ingibjørg H. Bjarnason, er søgd at hava verið løtt upp á sporið, bragdlig, sera javnstøðusinnað og væl skorin fyri tungubandið. Søga sigur, at einaferð tá ið hon fór rennandi við ferð upp gjøgnum trappurnar á Altingi møtti hon tingforsetanum, sum segði skundisliga við hana, hesa einastu tingkvinnu, ”Sum tú ert løtt á føti, frú Ingibjørg”. Svaraði hon tá, stíliga í lopi: ”Ikki tyngir pungurin”. Í hesum orðum hennara vóru innballaðu boðini: Eg eri kvinna, skundi mær og havi nógvar talentir. Kvinnur eru ikki eins og menn. Tó hava tær eins nógv og gott at lata frá sær.
Framskygdir føroyingar fáa nú kærkomið høvi til at styrkja lut kvinnurnar í føroyska samfelagnum við at gera nýtslu av portalinum HYPERLINK "http://www.kveik.fo" www.kveik.fo. Heimasíðuna hava framtakssamar kvinnur sjálvbodnar evnað til, og ynski eg teimum eydnu við hesum týdningarmikla og glæsiliga tiltaki.
Áhugaðar og dugnaligar kvinnur kunnu nú koma sær lættliga fram við at skráseta seg á nevnda portali. Um føroyingar ynskja framgongd og størri gróður í samfelagnum, mugu teir gera sær gagn burtur úr megi og virði, sum býr í Kveik-kvinnunum. Tillukku føroyingar, konurnar eru við í leiki - tí ikki tyngir pungurin ...:)
--------------------
Siv Friðleifsdóttir, heilbrigðis- og tryggingarmálaráðharri á Íslandi.
(…og áhugað í javnrættindi á Íslandi og í Føroyum eins og aðrastaðni).