FAKFELØG
Føroya Fiskimannafelag er framvegis partur av Samtaki - eisini eftir landsfundin, sum varð hildin í hølum Føroya Arbeiðarafelags millum jól og nýggjár.
Eitt uppskot var komið um, at felagið tekur seg úr aftur Samtaki, men hetta fall við eitt brak.
Bara ein sókn tók undir við hesum, ein atkvøddi blankt - og allar hinar, sum møttar vóru á landsfundi, vóru fyri, at Føroya Fiskimannafelag heldur fram sum partur av Samtaki.
- Tað besta vápnið, vit fiskimenn hava, er at standa saman um okkara felag - og at standa saman við hinum feløgunum í Samtaki, segði Jan Højgaard, felagsformaður.
Hann legði aftrat, at saman eru feløgini sterk.
- Hesum hava vit sanniliga brúk fyri, nú ágangurin á sjófólk er øgiligur, sum hann tók til.
Hann vísti í síni formansfrágreiðing á, at tað eru summi, sum royna at skapa spjaðing.
- Men jú meiri, vit lata okkum spjaða, tess lættari er hjá okkara mótparti at fáa sítt ígjøgnum, legði Jan Højgaard aftrat.