Ikki uttan svørðsslag í Skálavík

- Mín meting er, at nú er flokspolitikkur við at koma upp í bygdarráðsarbeiðið, og tað meti eg ógvuliga óheppið, sigur Linjohn Christiansen.

Bygdarráðið í Skálavík skipaði seg á fundi í gjárkvøldið, og úrslitið gjørdist, at sitandi borgarstjóri heldur fram, eisini eftir 1. januar 2017.

 

Men, hesaferð var tað ikki uttan svørðsslag, at Linjohn Christiansen vann borgarstjórasessin aftur.

 

- Hetta er fyrstu ferð, síðan eg á fyrsta sinni varð valdur í bygdarráðið í Skálavíkar kommunu í 1984, at nakað mótvalevni hevur verið til borgarstjórasessin.

 

Tað sigur Linjohn Christiansen, sum hevur verið fyrst valdur øll árini síðan 1984, og sum tók við borgarstjórastarvinum í Skálavíkar kommunu hin 1. januar í 1989 og hevur verið borgarstjóri øll árini síðan.

 

Á kommunuvalinum hin 8. november í ár vóru tveir listar, listi A, sum fekk eitt umboð valt - og listi B við borgarstjóranum og øðrum, sum fingu fýra umboð í bygdarráðið.

 

Tað restaði lítið og einki í, at listin hjá borgarstjóranum fekk øll fimm umboðini á valinum.

 

Á fundinum í gjárkvøldið hendi tað, at umboðið á lista A møtti ikki, men í staðin møtti varaumboðið, sum skeyt upp at velja Elisabeth Myllhamar á listanum hjá Linjohn Christiansen til borgarstjóra.

 

Elisabeth Myllhamar, sum í nógv ár hevur verið bygdarráðslimur og skrivari í Skálavíkar kommunu, tók av møguleikanum. Tá atkvøtt varð, fekk Elisabeth Myllhamar tvær atkvøður - og Linjohn Christiansen tríggjar.

 

- Tað er ikki hent áður, at mótvalevni hevur verið til borgarstjórasessin heilt síðan 1984, og mín meting er, at nú er flokspolitikkur við at koma upp í bygdarráðsarbeiðið, og tað meti eg ógvuliga óheppið, sigur borgarstjórin, sum altso eisini eitur Linjohn Christiansen eftir 1. januar 2017.

 

Varaborgarstjóri í Skálavíkar kommunu tey næstu fýra árini verður Anita Joensen, sum eisini er varaborgarstjóri í sitandi bygdarráði.