Ein gamal kenningur hjá føroyska landsliðnum, andorianski Ildefons Lima setti 16. juni í ár eitt ótrúligt heimsmet. Og nú hevur hann leikt sín seinasta landsdyst fyri Andorra.
Tá Andorra 16. juni tapti 1-2 (0-2) fyri Sveis á heimavølli Í EM-undanbólki I kom 43 ára gamli Ildefons Lima á vøllin í 87. minutti fyri at spæla sín A-landsdyst nummar 135 fyri Andorra.
Ildefons Lima spældi sín fyrsta A-landsdyst tann 22. juni í 1997, tá hann var 17 ár. Tá tapti Andorra í einum venjingardysti 1-4 fyri Estlandi.
Ildefons Lima er tann A-landsliðsleikarin í heimssøguni, ið hevur spælt A-landsdystir í tí longsta tíðarskeiðnum nakrantíð. Metið hjá Ildefons Lima var 16. juni: 25 ár og 359 dagar.
Gamla metið átti waliska Manchester City og Manchester United legendan, Billy "The Welsh Wizard" Meredith, ið livdi millum 1874 og 1958.
Billy Meredith spældi gjøgnum 24 ár og 364 dagar 48 landsdystir fyri Wales. Hetta var millum 1895 og 1920. Tá á døgum vóru eingi EM og HM-endaspøl, og undir fyrra heimskríggi var ógvuliga avmarkað við landsdystum.
Billy Meredith spældi við Manchester City árini 1894-1906 og árini 1921-1924. Hann spældi við Manchester United millum 1906 og 1921. Hann vann tvey meistaraheiti og eina FA steypakapping við United, og eina FA steypakapping við City, og er ein stórleikari í søguni hjá báðum feløgunum í Manchester.
Undan EM-undankappingardystinum millum Andorra og Belarus í bólki I í kvøld, ið var leiktur í Andorra La Vella boðaði Ildefons Lima frá, at dysturin móti Belarus fór at vera hansara seinasti fyri Andorra.
Andorra fekk ein flottan 0-0 javnleik móti Belarus í kvøld, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat slapp Ildefons Lima inn til sín 136. og seinasta landsdyst.
Við hesum seinasta landsdystinum bøtti Ildefons Lima upp á metið hjá sær. Ildefons Lima leikti hesar 136 dystirnar fyri Andorra gjøgnum eitt tíðarskeið upp á 26 ár og 79 dagar. Eitt met, ið neyvan verður tikið í bræði.
Ildefons Lima er eisini kendur fyri at eiga landsliðstroyggjur frá øllum sínum 136 landsdystum. Í savninum eru eisini nakrar føroyskar landsliðstroyggjur.