Býráðsmeirilutin samtykti at bjóða hesa kommunalu tænastu út við teirri høvuðsfortreyt, at hon skal kosta minni og koyra minni, enn hon ger í dag.
Í útbjóðingartilfarinum er so at siga onki innbygt um at menna Bussleiðina tey komandi sjey árini, sum ætlanin er, at teir nýggju sáttmálarnir við busseigarar skula fevna um.
Hetta sigur mær so mikið sum, at tað verður ein syndarlig tænasta, borgararnir í kommununi standa eftir við, tá tey sjey raku árini eru farin.
Vit í minnilutanum høvdu eitt nógv betri uppskot. Vit tóku atlit til bæði borgaran, ferðslutættleikan og umhvørvið.
Okkara uppskot var heilt einfalt, at økja um koyringina hjá Bussleiðini, so hon kann gerast eitt veruligt flutningstilboð fyri øll í kommununi.
Vit skutu upp, at útbjóðingartilfarið varð gjørt av nýggjum og hædd tikin fyri títtari koyring enn higartil í meldurtíðini. Somuleiðis skutu vit upp, at koyringin leygardag og sunnudag varð varðveitt og møguliga útbygd.
Uppskotið vann tíanverri ikki frama, men meirilutin kom við eini forkølaðari eykaorðing um at tey, sum bjóða upp á Bussleiðina, eisini skula geva upp ein tímaprís fyri koyring sunnudag.
Um hetta merkti, at kundarnir hjá Bussleiðini ikki eru sleptir heilt upp á fjall sunnudag, fekst ikki at vita á býráðsfundinum, har nógv varð gjørt burtur úr, at nýggja uppleggið fyri Bussleiðina kostar kommununi 2,4 mió minni enn hon kostaði í fjør.
Ein av okkara próvgrundum var, at tað er ikki bara rætt av kommununi at meta Bussleiðina á sama hátt sum eitt vinnuvirki, tí hetta er ein kommunal tænasta, sum er við til at gera kommununa verda at búgva og virka í og lønar seg aftur mangar aðrar vegir.
Við góðari kommunalari bussleið slepst eitt nú undan nógvari aðrari ferðslu á vegunum, tørvurin á parkeringsplásssum verður ikki so stórur og eisini slepst undan nógvum skaðiligum útláti frá bilferðslu.
Fólk, sum hava skil fyri rutukoyring av hesum slagnum, eru sannførd um, at koyrdu bussarnir í Havn títtari, so brúktu nógv fleiri fólk teir.
Sum nú er koyra teir ov sjáldan og fólk kann ikki í nóg stóran mun dúva upp á teir.
Sum út sær, er ætlanin at tað bara skal verða verri í framtíðini.