Hondbóltur
Dysturin varð avgjørdur, mest sum alt fyri eitt, tá KÍF tók ímóti VÍF sunnudagin.
Millum lítið og einki hekk saman hesa løtuna hjá VÍF. Móti væl skipaðu verjuni hjá KÍF fingu vestmenningar bert tvey mál í opnum spæli fyrsta korterið, og hvørki hugflog ella ferð var yvir spælinum.
Og tað gjørdu vertirnar sær dælt av. Mest sum hvørt einasta mistak hjá VÍF varð revsað, og við Gert Hansen sum einmansheri í kontrafasuni vórðu vestmenningar snøgt sagt runnir umkoll. Og tað sigur ikki einki um vestmenningarnar, at teir sjálvir ikki høvdu eitt tað einasta kontra-álop undan steðginum.
Gert í hopla
Gert sjálvur var eitt kapittul fyri seg í dystinum. Fyri steðgin stóð hann fyri heili níggju málum, og hóast málini ikki vóru heilt so nógv í seinna hálvleiki, so helt hann væl og virðiliga støðið. Ikki bara í kontra-partinum, men sanniliga eisini við góðum skoringum av strikuni.
Stóri spurningurin tykist vera, um kollfirðingar hava tað, sum skal til, fyri at standa seg í kappingini um finaluplássið, har Kyndil og H71 nú eru argastu kappingarneytarnir.
Tað er í øllum førum heilt víst, at teir koma at møta sterkari mótstøðu enn henni, sum lítið inspirerandi VÍF-liðið gav teimum í gjár.Men hinvegin hava kollfirðingarnir eisini víst, at teir eru til reiðar at takast við øllum lið í deildini. Og megnar Ognjen Latinovic at halda støðið, sum hann hevði í seinna hálvleiki í gjár, er eingin orsøk at halda, at KÍF ikki kann røkka finaluni. Ein spurningur, sum partvíst verður svaraður tey bæði næstu umførini, tá júst H71 og Kyndil eru mótstøðuliðini.
VÍF í vanda
Finalan hevur eisini verið tað, sum VÍF hevur meddað eftir, og enn er tað málið ikki púrasta veruleikafjart.
Men fyrst og fremst skal stoltleikin hjá hondbóltsbygdini ansa sær, at liðið ikki dettur úr bestu deildini. Avrikini seinastu dystirnar hava ikki sannført um, at liðið hevur sín sjálvsagda rætt millum tey seks bestu í landinum, og venjingarstøðan hjá spælarunum tykist heldur ikki borga fyri, at til ber at stríða seg úr núverandi støðuni.
Í so máta verður talan um lyklauppgerð, tá VÍF seinast í hesum mánaðinum eigur heimadyst móti StÍF.
Fakta um dystin
KÍF-VÍF 40-29 (20-10)
10 min: 8-3
20 min: 14-8
40 min: 24-15
50 min: 32-23
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 15, Niklas Reginsson 6(1), Rógvi Weyhe 5, Teitur Joensen 3(1), Tony Weyhe 3, Andrias Nielsen 2, Regin Petersen 2
VÍF: Sámal Joensen 8(4), Bjarti Hansen 6, Regin Joensen 5, Áki G. Olsen 4, Rúni Fossdal 2, Agnar Joensen 2(2), Sjúrður Poulsen 2
Brotskøst: KÍF 6, VÍF 6
Útvísingar: KÍF 4, VÍF 9
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen