Illgruni um landasvik

Hanus Kamban

------------------

 

Adressan verður send

Tað eydnaðist adressumonnunum at savna saman 3.242 undirskriftir til stuðuls fyri bønarbrævinum til bretsku stjórnina. Tann 17. apríl 1917 bleiv bønarbrævið fjarritað til tann danska sendiharran í London. Tveir dagar seinni, tann 19. apríl, fekk bretski sendiharrin í Havn, A.G. Coates, sendandi við postinum ein stóran brævbjálva við adressunum. Hann sendi brævbjálvan aftur til sendaran óupplatnan.

Sum fyrr nevnt varð adressu­málið, upprunaliga ein spurningur um vøruflutning og um at forða fyri hungursneyð, umbroytt til at gerast eitt amboð lutvís í føroyskum, lutvís í donskum politikki.

Í hesum seinasta sambandi vórðu adressumenninir skuldsettir fyri við beráddum huga at hava gingið uttan um danskar myndugleikar, tá ið teir vendu sær til bretsku stjórnina, og rikið varð framundir, at teir høvdu framt ríkisskaðiligan atburð.

 

Var adressan neyðug?

Áðrenn komið verður inn á henda spurning, skal verða hugt at, hvørt adressuátakið var neyðugt, hvørt tað kundi hugsast at vera vandamikið, og hví so øgiligt rok stóðst av einum slíkum, sakliga sæð, praktiskum máli.

Um tann fyrra spurningin er at siga, at alt bendir á, at vøruflutningurin til Føroya tað vandafulla árið 1917 var í góðum hondum. Bæði danska stjórnin og vørunevndin royndu allar útvegir til at tryggja Føroyum vøru, og Rytter gjørdi sum formaður í vørunevndini sítt arbeiði til lítar. Sum longu nevnt fór farmaskipið Ísland tann 2. apríl úr Keypmannahavn til Føroya við 700 tonsum av varu. Heitt varð á fólk um at velta eplir, røtur og korn. Og veruleikin er helst, at hóast tað mangan var smátt, var ongantíð hungur í Føroyum.

Eftir nýggjár 1918 kom vøru­flutningurin so við og við í eina tryggari legu. Á sumri 1918 var skipaferðslan komin í rættlag, bæði av teirri grund at USA var komið upp í bardagan, og av at Týskland nú var nógv viknað. Í sínum verki metir H.A. Sølvará, at adressuátakið kann hava havt nakað av ávirkan tann rætta vegin fyri Føroyar, men at henda ávirkan ikki var avgerandi.

 

Vansar við adressuni

Næsti spurningur er, hvørt átakið hjá adressumonnunum á nakran hátt kann hava verið vandamikið. Til hetta er at siga, at Føroyar jú vóru partur av tí danska ríkinum, og at Danmark, sum uttanveltað land, sum royndi at skáksigla millum tvey stórveldir í blóðugari uppgerð, var í eini ovurhonds viðkvæmari støðu.

Av tí sama varð tað vanlig hugsan, at allar samráðingar millum tað uttanveltaða landið og krígsveldini áttu at vera røktar av professionellum fólki. Scavenius var professionellur, og tað var Rytter í ein vissan mun eisini. Men Jóannes Patursson og Andrias Ziska vóru ikki diplo­matiskir fakmenn, og høvdu, sum tað tykist, lítlan áhuga fyri tí stórpolitisku heildarmyndini.

Umráðandi var, at ein mót­partur í krígnum fekk so lítla vitan sum gjørligt um flutning ella um vøru ella um, hvat eitt land hevði niðurfyri. Tað var tí um at gera, at so lítið sum gjørligt lak út um handilslig viðurskiftir, vørugoymslu, skipaferðslu ella vøruflutning. Nógv var, fyrst og fremst í Tingakrossi, funnist at vørunevndini, tí hon tóktist at vera hulin, men henda atferð hevði sínar góðu grundir.

 

Spæl við eld

Men kanska mest avgerandi var, at sjálvt tey minstu kvink ein veg ella annan í Danmarkar uttanveltaðu støðu um hetta mundi kundu fáa avleiðingar, og at sersømdir frá bretum til ein danskan landslut í ringasta føri kundu havt við sær, at Danmark bleiv hersett av Týsklandi og soleiðis drigið beinleiðis upp í kríggið.

Hendi hetta, vóru Føroyar í somu løtu eisini ein partur av bardaganum. Ein kann t.d. bara gita um avleiðingarnar, um Danmark bleiv hersett av Týsklandi og Føroyar komu undir bretskt vald. Tað er ikki vist, at ein tilburður sum tann á Føroya Banka á sumri 1917, um hetta var støðan, bara hevði havt við sær materiellan skaða og miss.

Hetta, og ikki tann næstan høpisleyst tápuliga skuldsetingin um landasvik, var høvuðsvansin við adressuátakinum. Tað bar í hesum sambandi til at grundgeva fyri, at Patursson, Ziska og hinir adressumenninir spældu við eld í eini tíð og eini vandastøðu, har tað galt um at fara stillisliga um hurðarnar og at lata fakfólk gera tað neyðuga. Hóast tað neyvan varð sagt við greiðum orðum, kann hetta hava verið ein grund til, at vørunevndin, eisini Rasmus Rasmussen og S.P. úr Konoy, so staðiliga ávaraði ímóti adressuni.

 

Hví ongin borgarfriður?

Men hví var henda støða íkomin? Hyggja vit at Danmark, so var um hetta mundi eitt slag av borgarfriði í landinum, ein konsensus ella ein semja um at lata tað vanliga flokspolitiska keglið bíða, til teir stóru trupul­leikar, sum bardagin hevði við sær, vóru av.

Í Føroyum var myndin ein heilt onnur. Her var eingin borgarfriður. Tingakrossur og Dimmalætting keglaðust sum ongantíð fyrr, samband og sjálvstýri stríddust, næstan sum var eingin heims­bardagi, og fólk vóru hvønn dag at kalla á gosi um onkra hending, grein ella røðu.

Svarið er helst, at Føroyar vóru ólíkar Danmark í tí, at her heima vóru nakrir heilt grundleggjandi tjóðskaparligir spurningar ikki loystir. Aftrat tí kom, at tað ráð­andi valdið á tingi, sambandið, um hetta mundið vísti ein so stirvnan og stívrendan hugburð, at hann, sæð í eftirtíðar ljósi, var anakronistiskur. Høvuðs­trupulleikin var grein sjey, sum ásetti, at annað mál enn móðurmálið var kenslumál. Tann næsti trupulleikin var, at tingið bara hevði ráðgevandi vald, og at tess formaður og sterkasti limur ikki var fólkavaldur.

Nú kundi ein sjálvandi hugsað, at tað mátti borið til, so leingi bardagin vardi, at lagt hetta stríð til viks. Sum heild mugu vit staðfesta, at tað megnaðu hvørki sambandið ella sjálvstýrið, og als ikki menn sum Jóannes Patursson ella Kristin í Geil.

 

Tann kaldi rationalisturin

Ein av teimum kanska heilt fáu, sum megnaðu at halda sínum høvdi køldum, og sum vístu sjálvstøðu til ikki at lurta eftir Jóannesi Paturssoni, tá hann sýntist at fara út um skynsemisins mark, var Rasmus á Háskúlanum. Hetta komst sjálvsagt m.a. av, at hann sum limur í vørunevndini hevði eina víða og neyva vitan um hennara arbeiði og um, hvat gjørt var aftan fyri leiktjøldini bæði av Rytter og tí donsku stjórnini til at virka fyri sak føringa.

Hetta komst eisini av, at Rasmus, sum gløggur rational­istur við analýtiskum gávum, megnaði at skilja ímillum dugnaliga embætisførslu og stívrent tjóðskaparligt afturhald. Hetta analýtiska innlit kemur m.a. til sjóndar í hansara meting av Rytters styrki og veikleikum:

 

Jeg har arbejdet meget sammen med Amtmand Rytter, og jeg maa sige, at i alle Ting, der vedrører Handelsvæsen og den Slags, anser jeg ham for en Dygtighed, absolut, men overfor aandelige Rørelser i det hele taget og nationale Rørelser i Særdeleshed er Amtmand Rytter efter min Opfattelse ikke alene uforstaaende, men han er fuldkommen blind. Der mangler noget i hans aandelige Habitus, i, at han kan komme i Forhold til den Slags. Det kan han ikke gøre ved, men han er fuldkommen blind, og hvad en Mand gør i Blinde, er ganske tilfældigt.

 

Ein nútíðar eygleiðari hevur her hug at steðga á og spyrja, um ikki leikluturin hjá Rasmusi á Háskúlanum í hesari sak hevur ein relevans, sum røkkur út um hansara tíð. Rasmus loyvdi sær í eini vandafullari og viðkvæmari støðu at brúka sítt høvd og hugsa sjálvur, og hann hevði dirvi til, hóast tað neyvan kann hava verið lystiligt, at ganga beint ímóti sjálvstýrisins høvuðkambi og brúka sítt menniskjansliga prerogativ til frígjørda støðu­takan.

 

Adressunnar vegur

Men aftur til Adressumálið. Tann 5. juli 1918 setti Landstingið eina kommissión til at kanna alt málið. Nevndin avhoyrdi ein hóp av fólki, alt medleikarar í málinum, og almannakunngjørdi 17 mánar seinni eina frágreiðing, sum við fylgiskjølum var stívar 900 síður. Lat tað vera sagt alt fyri eitt, at henda nevnd var ikki óheft, og at hennara virki var partur av einum donskum politiskum stríði, eini ætlan at fella stjórnina hjá Zahle.

Vit skulu nú hyggja at tí aspektinum av hesi adressugølu, sum helst kom at rúgva mest upp í avhoyringunum hjá Landstingskommissiónini. Eitt høvuðsuppáhald var nevniliga, at adressumenninir við sínum átaki høvdu framt ríkisskaðiligan atburð. Tað, sum her taldi, var ikki sjálvt innihaldið í adressuni, men teir vegir hon bleiv send eftir, mátin hon varð send uppá.

Í dag er kanska ikki lætt at skilja, hvat hugtakið “landasvik” merkti fyri níti árum síðani. Í dag eru Føroyar landið ella ríkið hjá føringum, og skal ein brúka (tað hýpotetiska) hugtakið “landasvik”, má tað skiljast sum svik ímóti Føroyum. Men í 1917 var menningin fram ímóti sjálvstýri komin so stutt, at tá var landið ella ríkið Danmark, og orðið “landasvik” bleiv fatað sambært hesi hugsan.

Spurningurin var: Settu adressumenninir seg í samband við viðkomandi danskar myndugleikar, áðrenn adressan varð send, ella fóru teir, kanska við beráddum huga, uttan um danskar myndugleikar, tá teir framdu sítt átak?

 

Ríkisskaðilig atferð

Niðurstøðan hjá Kommissiónini var, at adressumenninir vóru farnir uttan um teir relevantu donsku myndugleikarnar, tá ið adressan varð send, og at teir sostatt høvdu framt ríkisskaðiliga atferð.

Kommissiónin var ein politiskt sett nevnd og ikki ein dómstólur, og hon kundi tí ikki fella nakran dóm í løgligari merking ella áseta nakra revsing. Men við síni niðurstøðu hefti hon ein skemmandi blett á umdømið hjá m.ø. Jóannesi Paturssoni og skapti ein beiskleika millum sjálvstýrisfólk, sum seint varð gloymdur. Í sínum verki frá 1994 um adressumálið gevur Vagn Wåhlin sum søgufrøðingur niðurstøðuni hjá Kommissiónini sín stuðul.

Men nú, stív tíggju ár seinni, hevur tann føroyski søgu­frøð­ingurin Hans Andrias Sølvará eina ferð enn hugt at tilfarinum, umframt at hann hevur tikið nýggj skjøl, úr goymsluni hjá Framburðsfelagnum, við í sína meting. Sølvará kemur til ta niðustøðu, at metingin hjá Kommissiónini var skeiv. Jóannes Patursson og Andrias Ziska fingu, áðrenn adressan varð fjarritað, brøv frá Edwardi Mortensen, har hann m.a. skrivaði:

 

Eg havi talað bæði við Zahle og uttanríkisministara Scavenius ... og teir forstóðu tað natúrligasta grundarlagið fyri tykkara gerð. Scavenius ... ikki hevði nakað ímóti at ein fólkaadressa varð send til gesantin, sum tygum skriva var ætlanin ... og at hann so vildi geva gesantinum instruksir.

 

Jóannes Patursson reinsaður

Sostatt tykist tann nýggjasta søgufrøðin, um vit halda okkum til spurningin um ríkistrúskap, sum hann tá varð fataður, at hava reinsað eftirmælið og umdømið hjá adressumonnunum. Tað er ikki sørt skemtiligt at fáa staðfest, at alt hetta rokið, allar avhoyringarnar og kanningarnar, sum eru bulurin í Fúlubók, øll henda bæði nærsýnta, tápuliga og pedantiska leitanin eftir einum prógvi fyri, at Jóannes Patursson var landasvíkjari, var ikki bara mikil blástur um einki, men ógrund­aðar og nú endaliga aftur­vístar illgitingar.

Men adressugølan hevði eina avleiðing aftrat. Hon førdi til nakað, sum næstan minnir um eitt paradigmuskifti í teimum politisku og mentanarligu viður­skiftunum í okkara oyggjum í tíðini um og aftan á krígslok, eitt umskifti, sum styrkti ta føroysku sjálvstýrisrørsluna, og sum gjørdi, at tá tað langa talvið var liðugt telvað, stóðu Jóannes Patursson og hansara partamenn, og ikki Rytter ella Andrass Samuelsen, við frúnni. Hetta evni verður viðgjørt í fjórðu og seinastu grein um adressumálið.