Tað er serliga norðanfyri, at illveðrið í dag og í kvøld hevur leikað í.
Í Klaksvík hevur vindurin verið so nógvur, sum hann sjáldan er, og hús eru rakt av skaðum.
Í kvøld hevði Rani Nolsøe útgávukonsert í Spaniastovu. Eftir konsertina eru fleiri rútar farnir, og ein partur av tekjuni í ovaraborði er eisini farin.
Fyrr í dag reiv ein tekja uppi á Hædd í Klaksvík.
Óføru limirnir í Norðoya Bjargingarfelag hava lagt nógv fyri í bjargingararbeiði í dag og í kvøld, og tað ger teir framvegis, nú klokkan er farin av tíggju.