Illveðrið rakar longu fyrrapartin í morgin

Danska TV2 skrivar eisini um illveðrið, sum fer at raka Føroyar í morgin

 

TV2 skrivar, at talan er um eina sonenvda atmosferiska bumbu, sum rakar norðuratlantshavið.

- Hósmorgunin liggur lágtrýstið eini 1.500 kilometrar vestan fyri Írland við eini trýsti upp á 999 hPa. Komandi 24 tímarnar fellur trýstið heili 49 hPa, sum er meiri enn tað dupulta av definisjónini fyri eina atmosferiska bumbu, skrivar TV2.

 

TV2 væntar, at illveðrið fer at raka í morginárini og at tað verður útnyrðingsparturin av Føroyum, sum fer at taka broddin. Í hvirlunum er verður talan um kolandi storm ella ódn. Íslendska Belgingur boðar eisini frá vindstyrki yvir 21 m/s longu frá tíðliga fríggjamorgni og líka út á fyrrapartin leygardagin.

 

Longur í ein útnyrðing verður miðalferðin á vindinum um 35 m/s, sum er ein ódn, men TV2 sigur, at lukkutíð sær tað út til, at ringasti stormurin fer framvið Føroyum.

 

Hetta fer sjálvandi eisini at føra til ódnarveður kring Føroyar. Forsøgnirnar siga frá aldum upp á 14 metrar, og í støðum upp í 20 metrar, sigur TV2.