Herviligt illveður yvir Niðurlondum og vestara parti av Týsklandi í gjár kravdi tvey mannalív. Ein týskur veiðimaður doyði, tá eitt træ datt oman yvir hann, og í Niðurlondum doyði eitt fólk, tá fleiri vindurin tók fleiri húsvognar av hjólunum í Arnheim-økinum.
Illveðrið gjørdi eisini um seg í Fraklandi, og sambært fronsku veðurstovuni fór vindferðin upp um 40 metrar um sekundið í støðum.
Veðurmenninir siga, at illveðrið var á markinum millum heita luft yvir Miðevropa og kaldari luft yvir Vesturevropa, og veðurstovurnar høvdu ávarað um nógvan vind og torusláttur.