Á myndini, sum er tikin, tá fólk í Hvalbiar sókn tóku bátahylin í nýtslu, sæst eisini nýggja grótkastið á Hamranesi, sum fekk stór sár í herviligum uppgangi um mánaðarskiftið februar/ mars í 2020.

Íløgur fyri slakar 60 milliónir seinastu átta árini 

- Kortini er kommunan nú so væl fyri fíggjarliga, at íløgurnar í skúlan og nýggja vegin í Hvalba verða fíggjaðar úr kommunukassanum við tøkum peningi, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu 

 

Á myndini, sum er tikin, tá fólk í Hvalbiar sókn tóku bátahylin í nýtslu, sæst eisini nýggja grótkastið á Hamranesi, sum fekk stór sár í herviligum uppgangi um mánaðarskiftið februar/ mars í 2020.

Hetta er onnur setan, at Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sum umframt Hvalba eisini fevnir um Nes og Sandvík.   

 

- Eg stórtrívist í arbeiðnum fyri kommununa. Hesi árini í kommunalpolitikki hava verið sera spennandi, lærurík og gevandi, og nú kommunuval stundar til aftur, fari eg við góðum treysti at bjóða meg fram aftur í heyst, um eg fái stuðul til tess.

 

Tað sigur borgarstjórin, sum vit hava skift orð við. Tá hann hyggur aftur yvir hesi bæði seinastu skeiðini, ásannar hann, at stórar íløgur eru gjørdar í Hvalbiar kommunu, sum á ymiskan hátt eru komnar borgarunum til góðar. 

 

- Seinnu árini hava okkara skattainntøkur ligið um einar 27-28 milliónir krónur um árið, og hesi sløku átta árini hava vit gjørt íløgur fyri slakar 60 milliónir krónur tilsamans. 

 

Janus Thomsen vísir á, at hetta sjálvsagt sæst aftur á fleiri økjum, harav grótkastið eftir herviliga uppgangin á 2020 er hin størsta einstaka íløgan hesi árini.

 

- Grótkastið var eitt arbeiði, sum ikki kundi bíða longur enn neyðugt, men sum var átrokandi, tí sárini vóru stór. Um einki varð gjørt, kundi alt grótkastið, sum var eftir, farið í havið í næsta uppgangi. 

 

Borgarstjórin vísir á, at tað var dygdararbeiði, sum varð gjørt, og kommunan fekk eisini eitt nógv betri og sterkari grótkast og verjugarð, enn tey høvdu frammanundan.

 

Í Hvalba er eisini komin nýggjur og rúmligur bátahylur við plássi fyri 40 bátum, og her eru øll bátaplássini umbiðin.

- Umframt bátarnar hjá fólki her í kommununi, hava vit eisini nakrar gestabátar av Tvøroyri, sum hava fingið fast pláss í hylinum, sigur borgarstjórin. 

 

Íløgurnar í grótkastið og havnalagið á Hamranesi liggja um slakar 18 milliónir krónur. 

 

Janus Thomsen ásannar, at neyðuga íløgan í grótkastið var rættiliga stór, og eftir hesa íløgu nærkaðist kommunala skuldin hjá kommununi einari álíkning.  

- Men, hóast vit síðan eisini hava fingið nýggjan bátahyl, hevur tað gingið rættiliga skjótt rætta vegin aftur fíggarliga, og í dag er kommunala skuldin áleið 35 prosent av einari álíkning, sigur hann.

 

Tað gleðir borgarstjóran, at bátahylurin er kyrrur, og at hann er tryggur á øllum ættum og í øllum veðri.

 

Fara vit nøkur ár aftur, vaknaði borgarstjórin hin 1. mars í 2020 og sá syrgiligu sjónina, at stoltleikin hjá fólkinum í sóknini – brimverjan á Hamranesi – var farin. 

 

Stúrt varð fyri, at við hesum fór verkætlanin við bátahylinum í vaskið. Tankarnir, sum reikaðu, vóru, at hvussu kundi kommunan nú fara í holt við eina so stóra verkætlan, tá stoltleikin lá í knúsi? 

 

Men, lukkutíð vóru røddir frammi, sum hildu glóðini heitari og eggjaðu til framhald. 

 

Leggjast skal aftrat, at bátahylurin í Hvalba eisini er ein avleidd verkætlan av nýggja Hvalbiartunlinum, har grótið ikki varð tyrvt ella lagt á goymslu.

 

Í kommununi valdu tey heldur at gagnnýta grótið beinanvegin, og stívliga tvey ár eftir, at fyrsti lastbilurin var komin oman við tunnilsgróti, kundu tey í Hvalbiar kommunu taka bátahylin í nýtslu.   

 

##med2##

 

- So, her vóru bygdaráðslimir framskygdir, og tað skulu tey øll eiga rós fyri, sigur Janus Thomsen.   

Borgarstjórin heldur tað vera umráðandi í slíkum løtum, tá málið kámast, og vónin gerst ivingarsom, at tú ert treiskur og heldur kósina, sum hann tekur til.

 

Í løtuni eru tvey størri arbeiði í gongd í Hvalba, har skúlin í bygdini verður dagførdur, og nýggjur vegur við parkeringsplássum verður gjørdur. 

 

- Kommunan er nú so mikið væl fyri fíggjarliga, at hesar báðar verkætlanirnar verða fíggjaðar við tøkum peningi úr kommunukassanum, sigur Janus Thomsen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, verður gjørt burtur úr nøkrum bygdum í Suðuroynni, og her eru eisini samrøður við borgarstjórarnar í Sumbiar kommunu og Fámjins kommunu.

 

 

 

 

 

Á myndini, sum er tikin, tá fólk í Hvalbiar sókn tóku bátahylin í nýtslu, sæst eisini nýggja grótkastið á Hamranesi, sum fekk stór sár í herviligum uppgangi um mánaðarskiftið februar/ mars í 2020.

Henda myndin varð tikin, tá nýggi bátahylurin í Hvalba varð tikin í nýtslu.